
Koronaskipanin: Fólk, sum halda frí, hava ikki rætt til lønarískoyti í feriuni
Fyri at hava rætt til lønarískoyti skal starvsfólk vera sent heim av arbeiðsgevaranum. Tá persónur heldur frí – t.d. summarfrí – so er persónurin ikki longur at meta sum heimsendur, og lýkur tí ikki treytirnar fyri at fáa lønarískoyti. Tað merkir, at tá starvsfólk, sum arbeiðsgevari hevur meldað inn í serligu korona-skipanina hjá ALS, halda frí, so hava tey ikki rætt til lønarískoyti.
Tað er tí sera umráðandi, at arbeiðsgevarin sigur ALS frá, tá starvsfólk fara í feriu. Eitt serligt oyðublað skal útfyllast, tá starvsfólk halda feriu, oyðublaðið finnur tú her https://www.als.fo/korona/umsoknarblod/
Vit skulu gera vart við, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at boða ALS frá, nær starvsfólk heldur frí.
Boðar arbeiðsgevarin ikki ALS frá rættstundis, koma broytingarnar ikki við í komandi útgjaldinum, og verður tað tí goldið ov nógv út í lønarískoyti av órøttum, verður tað kravt aftur arbeiðsgevaranum. Hetta er eisini galdandi fyri aðrar upplýsingar um broytingar í setanarviðurskiftunum, sum ávirka útgjaldið av lønarískoyti.
- Jobmatch millum føroyskar arbeiðsgevarar og ukrainskar flóttar 12.05.2022
- Upplatingartíðir um jólini 15.12.2021
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 19. juli - 6. august 05.07.2021
- Skrivstovan í Saltangará letur aftur 16.02.2021
- Útgjaldið verður á kontu í morgin, 3. februar 02.02.2021
- FV-stuðulin á kontu 23. desember 14.12.2020
- Útgjaldið úr ALS hækkar 11.12.2020
- Upplatingartíðir um jólini 08.12.2020
- ALS samskiftir umvegis Mínboks 02.12.2020
- We are Temporarely Closed due to the Coronavirus 07.08.2020