Sjálvgreiðslan

Er KT eitt spæl fyri teg?

ALS søkir KT-mennara

Er KT eitt spæl fyri teg? Er tú forvitin og púra vekk í tøkni? Og kundi tú hugsað tær eitt læruríkt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum? So er hetta helst akkurát nakað fyri teg!

Tí vit á ALS leita beint nú eftir rætta persóninum til at gerast partur av okkara KT-toymi.

Um starvið
Talan er um eitt mennandi og avbjóðandi starv á okkara KT-deild, har tú verður við til at menna, seta í verk og reka innanhýsis skipanir og sjálvgreiðslur. Tú kemur m.a. at arbeiða við webbaseraðum skipanum og markamótum, og at menna tænastur til Vangan.

Við framkomnari tøkni og áhaldandi førleikamenning tryggjar deildin ein skilagóðan leist í øllum okkara arbeiði og kervi.

Í toyminum starvast í løtuni tvey dugnalig og fitt fólk, sum gleða seg at til arbeiða saman við tær og altíð eru til reiðar at vegleiða teg, um tørvur er á tí.

Starvið er fulla tíð, og lønin er sambært avtalu.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur ella er undir hóskandi útbúgving ella hevur royndir innan KT, og at tær dámar at:

  • Fáa nýggja vitan og menna teg
  • Vera partur av einum sterkum toymi
  • Loysa fjølbroyttar og avbjóðandi uppgávur

Umsókn og freist
Freistin at søkja starvið er mánadagin 10. januar.

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til Biritu Hansen, deildarleiðara, á birita@als.fo.

Starvið verður sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta starvsfelaganum.

Um tú vilt vita meira
Set teg so í samband við Magna á Deild Olsen, stjóra, á tel. 299500 ella magni@als.fo.

Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.

Um okkum
ALS hevur til endamáls at veita arbeiðsleysum fólki fíggjarligan stuðul og bøttar starvsmøguleikar, umframt eisini at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Eins og okkara endamál er gott, stremba vit eisini altíð eftir at hava eitt trygt og gott arbeiðspláss, har dugnaligu starvsfólkini trívast og arbeiða saman at røkka endamálinum. Á ALS starvast í løtuni 28 fólk… 29 við tær :)

Lýsingin sum pdf: Lýsing eftir KT-mennara

Starvsfólk á ALS
Her sært tú, hvørjir tínir møguliga komandi starvsfelagar verða.