ALS-gjaldið
Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar fíggja ALS og arbeiðsloysisstuðulin. Teir gjalda eitt fast gjald til skipanina, sum í løtuni er 1% av A-inntøkuni.
Skyldu at rinda ALS-gjald hava:
- Løntakarar, ið hava A-inntøku, sum búgva og hava fulla skattskyldu í Føroyum, og sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár
- Arbeiðsgevarar, sum rinda A-inntøkur