Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sp/f Tváttur
Lagt út: 24.11.21
Umsóknarfreist: 12.12.21

Tváttur søkir eftir arbeiðsfólki at starvast fulla tíð.

Tváttur - Reinsarí & Vaskarí

Starvsstaður
Starvið er á reinsarínum Á Hjalla 24, 188 Hoyvík.

Uppgávur
Uppgávurnar snúgva seg fyrst og fremst um at vaska, reinsa og strúka klæðir. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag, frá 9:00 til 17:00.

Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, kann rokna við at verða lærdur upp í starvinum. Gott er tó, um tú ert væl skipað/ur; hevur áhuga fyri klædnatilfari, vaskievnum v.m. Somuleiðis vænta vit, at tú ert fyrikomandi og røkin.

Um Tvátt
Tváttur er eitt vaskarí og reinsarí, ið leigar út, vaskar og reinsar klæði til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar. Vit brúka nútímans tøkni fyri at tryggja eina javna góðsku, og menna alsamt okkara tænastustig, til tess at nøkta krøv kundans.

Umsókn o.a.
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 12. desember 2021.

Tann, ið fær starvið, verður at byrja beint aftaná nýggjár.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Jacob Kollslíð, á telefon 282162.

Umsóknir skulu sendast til tvattur@tvattur.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna