Sjálvgreiðslan
Skriva út
SEV
Lagt út: 10.01.22
Umsóknarfreist: 26.01.22

Starvsfólk til Sundsverkið

SEV sóknast eftir starvsfólkum til Sundverkið. Vit sóknast eftir tveimum maskinsmiðum, tveimum maskinmeistarum og einum arbeiðsfólki til reingerð og viðlíkahald. Talan er um føst fulltíðarstørv.  

 Um Sundsverkið 
Tilsamans 34 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er oljurikið elverk við einum samlaðum framleiðslumátti á 82 MW. Tíggju dieselmotorar og við hjálparskipanum. 

 

  • 2 x B&W Diesel 12L55GSCA 12,4 MW 1984/1989
  • 2 x MAK 9M43 8 MW 2001/2004
  • 2 x MTU 20V4000G63L 2,4 MW
  • 4 x MAN 51/60 9,2 MW 2019

Brennievnið er tungolja RMG 380, og verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan av slagnum ABB 800 xA. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.  

Afturat Sundsverkinum er dagtangahús, goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram. 

Í 2019 er ein umfatandi víðkan av Sundsverkinum framd. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar - MAN 51/60 9,2 MW, við roykreinsan og alskyns nútímans útgerð verða tikin í nýtslu. 

SEV 
Vit bjóða tær:  

  1. Gott arbeiðsumhvørvi
  2. Væl skipað viðurskifti
  3. Smidligar arbeiðsumstøður
  4. Fjøltáttaðan arbeiðsdag

 

Maskinsmiðir til Sundsverkið 
SEV sóknast eftir tveimum maskinsmiðum til Sundsverkið. Talan er um uppnormeringar. 

 
Tú ert útbúgvin maskinsmiður og tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og førleikar at sveisa. Eisini er neyðugt, at tú ert væl fyri kropsliga.  

Vit vænta, at tær bæði dámar og megnar væl at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. 

Arbeiðsuppgávurnar  
Viðlíkahald og umvælingar verða í stóran mun gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum. Tískil er talan um nógvar ymiskar uppgávur.  

Arbeiðsdagarnir eins væl og uppgávurnar eru fjølbroyttar, og umráðandi er, at tú trívist við hesum og hevur lætt við at umstilla teg. 

Stundum er talan um uppgávur ein sjálvur kann loysa, aðrar tíðir er neyðugt at lyfta í felag og annars at vera fúsur at taka eina hond í, har tað er neyðugt.  

Vit ímynda okkum eisini, at tú ert sinnaður at geva títt íkast til, at lærlingar okkara fáa eina góða lærutíð við hollari vitan og førleikum. 

Arbeiðstíðirnar eru kl. 08.00 – 16.00 mánadag til fríggjadag. Av og á kann yvirtíð væntast. 

Løn                                                                                                                                  
Starvið er lønt sambært sáttmálanum hjá Handverkarafeløgunum. 

Umsóknin 
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á telefon 286912, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á telefon 218419.

Umsóknarfreistin er mikudagin 26.  januar 2022. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

T-postur: starv@sev.fo 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 175 ársverk eru hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna