Sjálvgreiðslan
Skriva út
OKKARA
Lagt út: 06.01.22
Umsóknarfreist: 23.01.22

Okkara søkir eftir fólki til Okkara-toymið

Vit sóknast eftir einum jaligum, røskum og sjálvstøðugum starvsfólki til Okkara starvsfólkahóp.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. Arbeiðsuppgávurnar fevna um alt frá sølu til útkoyring og at hjálpa til á framleiðsluni. Av tí at stórur partur er útkoyring, er tað krav, at tú hevur koyrikort. Ynskiligt er, at tú kanst arbeiða í minsta lagi til august 2022.

Løn sambært avtalu.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vit svara umsóknum so hvørt, sum tær koma.

Hevur hetta tín áhuga, ella vilt tú hoyra nærri um arbeiðið, kanst tú senda okkum ein e-post,atli@okkara.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna