Sjálvgreiðslan
Skriva út
NET
Lagt út: 05.01.22
Umsóknarfreist: 27.01.22

Montørur til NET í norðurøkinum

LEYST STARV: Vilt tú vera við til at menna og viðlíkahalda kaðal- og fipurnetið runt alt landið? So er tað tær, vit leita eftir til fjølbroytt og spennandi starv sum montørur á Kaðaldeildini hjá NET í norðurøkinum.

Kaðaldeildin hjá NET er bygd upp av fjølbroyttum starvsøkjum og hevur ábyrgdina at útbyggja og røkja kopar- og fipurkaðalnetið, sum eisini fevnir um sjókaðlar. Kaðaldeildin er býtt upp í trý arbeiðsøki, sum eru miðøkið, suðurøkið og norðurøkið. Fýra starvsfólk arbeiða í norðurøkinum.  

Um starvið
Sum kaðalmontørur verður tú partur av vælvirkandi toymi og fært ein gerandisdag í spennandi umhvørvi við avbjóðandi uppgávum; bæði sjálvstøðugt og saman við dugnaligum starvsfeløgum. Saman við deildini skalt tú reka, menna, umvæla og skráseta kopar- og fipurkaðalnetið í norðurøkinum.

Tú skalt vænta, at tað eisini verða uppgávur í mið- og suðurøkinum eftir tørvi, og tú fært góðar møguleikar at menna teg fakliga og persónliga.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert elektrikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Vit leggja dent á nærlagni, og at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur. 

Lønarviðurskifti og freist
Freistin at søkja starvið er hósdagin 27. januar 2022, og starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er støðin í Søldarfirði, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið.

Søk starvið her.

Vilt tú vita meira?
Nærri kunning um starvið fæst við at seta seg í samband við Boga T. Ragnarsson, bólkaleiðara, á tel. 243615 og t-post btr@net.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á tel. 243006. 

Stutt um NET
NET hevur til uppgávu at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi net sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum. Vit gera okkum ómak at framtíðartryggja eitt sterkt og nútíðarhóskandi net, sum kann bera vaksandi ferðslu, lúka nútímans trygdarkrøv og nøkta tørvin hjá einstaka brúkaranum.

58 starvsfólk arbeiða hjá NET, sum hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík og hevur virksemi kring alt landið. Sama hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt, tí vit vita, at tað eru okkara góðu starvsfólk, sum syrgja fyri, at øll eru bundin saman.

NET er partur av Føroya Tele-samtakinum.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna