Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Smyril-Line
Lagt út: 10.01.22
Umsóknarfreist: 24.01.22

Juniormaskinmeistari til Smyril Line

Smyril Line søkir eftir juniormaskinmeistarum, at byrja sum skjótast, til farmaskipini hjá okkum, Mykines og Akranes. Tú kemur at fáa góða upplæring og lærdóm til starvsleiðina sum maskinmeistari.

Maskinmanningin umborð á farmaskipunum telur:

  • Maskinstjóra
  • Meistara
  • Meistara
  • Tveir juniormaskinmeistarar

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir persónum sum hava prógv sum maskinmeistari / maskinist og mangla siglingstíð.

Uppgávur:

  • Tú verður partur av vaktarskipanini
  • Tú kemur at taka tær av viðlíkahaldi
  • Tú verður sett/ur inn í tann dagliga raksturin

Arbeiðsuppgávur hjá maskindeildini eru:

  • Tryggja fyri maskinrakstur og viðlíkahaldi
  • Standa fyri innkeypi
  • Leggja arbeiðsætlan fyri toymi
  • Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

 Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 24. januar 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda eina umsøkn til starv@smyrilline.fo. Viðmerk ”Juniormaskinmeistari”. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes, Mistral og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia, Hotel Brandan og matstovuna Katrinu Christiansen.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna