Sjálvgreiðslan
Skriva út
Bakkafrost
Lagt út: 25.11.21
Umsóknarfreist: 14.12.21

Framleiðslufólk til mjøl- og lýsiframleiðsluna

Framleiðslan er í støðugari menning, og vit søkja ágrýtin framleiðslufólk til mjøl- og lýsiframleiðsluna at seta í starv sum skjótast.

Havsbrún er altjóða viðurkent virki við trimum framleiðsludeildum: Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi. Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks, og nýggja Laksadeildin, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli.

Vit hava leys størv til Laksadeildina og Mjøldeildina.

Arbeiðsøki

Mjøldeildin:

Á Havsbrún eru 91 starvsfólk, harav eru 40 á Mjøldeildini. Sum framleiðslufólk ert tú partur av einum toymi, sum í høvuðsheitum framleiðir fiskamjøl og lýsi. Arbeitt verður í vaktum, tá fiskur er, og tá eru 4-5 fólk á hvørjari vakt. Arbeiðið sum framleiðslufólk er fjølbroytt, og tú kemur at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

·         Framleiðsla

·         Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki

·         Reinsa lýsi

·         Annað fyrifallandi

Laksadeildin:

Nýggja virkið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli. Talan er um nýggja framleiðslu, sum hevur koyrt í 2 ár. Arbeiðið á laksavirkinum fevnir um:

·         Framleiðslu

·         Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki

·         Annað fyrifallandi

Tað er sera týdningarmikið, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Roknast kann við skiftandi arbeiðstíðum, vanliga er tað ein dagvakt og ein kvøldvakt.

Tín vangamynd
Sum persónur ert tú væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða í toymum og sjálvstøðugt. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eitt ávíst maskintekniskt innlit, umframt grundleggjandi telduførleikar.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini dynamiskari fyritøku í menning.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, tlf. 744770, fhp@havsbrun.fo.

Umsókn
Umsóknarfreistin er týsdagin 14. desember 2021.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri.

Um Bakkafrost samtakið

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna