Sjálvgreiðslan
Skriva út
SEV
Lagt út: 10.01.22
Umsóknarfreist: 26.01.22

Fólk til reingerð á Vágsverkinum 6 tímar um vikuna

SEV sóknast eftir fólki at gera reint á Vágsverkinum seks tímar um vikuna.


Tú ert arbeiðssom/samur og gert tær ómak, soleiðis at tú ert við til at halda reinførið á Vágsverkinum á einum nøktandi reinførisstigi eftir nærri ásetingum.

Uppgávur
Uppgávurnar eru at halda tann partin av Vágsverkinum reinan, har skrivstovur, kontrolrúm, brúsurúm, wc og matarhølið eru. Vit ímynda okkum, at tú arbeiðir tvær ferðir um vikuna – tríggjar tímar hvørja ferð. Talan er um reingerð uttan fyri vanliga arbeiðstíð – t.e. gerandisdagar eftir kl. 16.00 og áðrenn kl. 08.00 á morgni. Vakthavandi starvsfólk er til arbeiðis á Vágsverkinum allan sólarringin, og tí er verkið altíð mannað.

Løn
Talan er um tímalønt starv sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknin
Umsóknarfreistin er mikudagin 26. januar 2022, og umsóknin skal sendast til:

T-postur: starv@sev.fo

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 175 ársverk eru hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna