Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 13.01.22
Umsóknarfreist: 06.02.22

Elektrikari til Teknisku deild

Elektrikari til Teknisku deild

Tekniska deild á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum og vælskipaðum elektrikara til setan 01.03.2022 ella eftir avtalu. Talan er um eitt spennandi fulltíðarstarv, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum.
Eisini verður ein partur av vaktarskipanina á deildini, har tú hevur tilkallivakt í eina viku, uml. 8. hvørja viku,

Um starvið
Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum og bygningslutum, umframt øllum tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum. Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, M-DOC og KNX.

Tekniska deild er deild undir Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Tænastudepilin fevnir eisini um felagskøk, kafe, vaskarí, felagsgoymslu, medico teknisku deild og reingerðar- og húsavarðatænastu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Viðlíkahald og umvæling av tekniskari útgerð
  • El-innleggingar og umvælingar
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Tú fert eisini at vera við til at brynja okkum til nýggjar tíðir í H-bygninginum, har vit fara at hava nýggja og framkomna tøkni. 

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum elektrikari

Vit vænta at tú

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Ert álítandi, fyrikomandi og tekur ábyrgd
  • Tolir broytingar í arbeiðinum
  • Hevur vilja til at eftirútbúgva teg í Føroyum og uttanlands
  • Hevur góðan røkjuskap og góðan KT-førleika

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Góða innleiðslu

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið

Nærri upplýsingar um starvið við at ringja til Asbjørn Pálsson, telefon 234536, teldupost asbjorn.palsson@ls.fo ella til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, telefon 304539, teldupost saebni@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 06.02.2022 

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "um okkum."

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna