Sjálvgreiðslan
Skriva út
J&K Petersen
Lagt út: 03.01.22
Umsóknarfreist: 31.01.22

Ábyrgdarfult fólk til reingerð

Vit sóknast eftir fólki til reingerð til høvuðssætið á Hjalla og til reingerð av arbeiðsskúrum felagsins.

Um teg
Vit vænta, at tú ert ágrýtin og fær nógv av skafti. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, hóast tú í gerandisdegnum kemur at umgangast nógv av okkara starvsfólkum.

Tú ert væl skipað og dugir sjálvstøðugt at meta um, nær ymisk pláss tørva reingerð. Vit vænta eisini, at tú stýrir goymsluni av reingerðargreiðum.

Av tí at arbeiðsuppgávurnar eru staðsettar ymsastaðni, har felagið virkar, er koyrikort til persónbil ein treyt fyri at kunna røkja starvið.

Um starvið
Ynskið er, at reingerðarfólkið leggur arbeiðið sítt til rættis, soleiðis at uppgávurnar í minsta mun órógva plássini.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og vænta vit, at arbeiðsuppgávan kann røkjast innan ásettu tíðina. Arbeiðstíðin kann leggjast til rættis við stórum fleksibiliteti.

Til ber eisini at vera tvey fólk, ið arbeiða hálva tíð og sostatt deilast um starvið.

Treytir
Løn sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er sett til 31. januar 2022. Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Onnu Kalsø, gerandisdagar millum kl. 08-16, á tlf. 585 007. Til ber at søkja starvið við at senda umsókn til: starv@jkp.fo ella við at ringja á tlf. 585007.

Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna