Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 14.01.22
Umsóknarfreist: 18.02.22

Seks undirvísingar- og granskingarstørv í teldufrøði (KT-verkfrøði og dátuvísindum)

Fróðskaparsetrið søkir eftir starvsfólkum til bachelorútbúgving í KT-verkfrøði og nýggja masterútbúgving í dátuvísindum á Náttúruvísindadeildini.

Fróðskaparsetrið, sum er hægsti útbúgvingarstovnur í landinum, spælir ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum og hevur umleið 100 akademisk starvsfólk, umleið 60 hjálpar- og tænastustarvsfólk, og umleið 1000 lesandi. Setrið hevur eina høvuðsskrivstovu og 5 deildir. Náttúruvísindadeildin veitir útbúgvingar innan KT-verkfrøði, almenna verkfrøði og lívfrøði. Granskingaráhugamál á deildini eru m.a. innan teldufrøði og dátuvísindi, stødd- og hagfrøði, algoritmur, teldunetverk og -samskifti, tráðleys netverk, biostatistik og bioinformatik, ílegugransking, almenn lív- og evnafrøði, aling- og fiskivinnu, alisfrøði og verkfrøði, orkusparing, havstreymar og aldur, umhvørvi og veðurlag.

Starvið
Náttúruvísindadeildin bjóðar umsøkjarum at gerast partur av spennandi og avbjóðandi starvi í telduvísindatoyminum, sum í løtuni veitir eina bachelorútbúgving í KT-verkfrøði í samstarvi við føroysku KT-vinnuna og universitet uttanlands. Útbúgvingin, sum í løtuni hevur næmingaupptøku annaðhvørt ár (næstu ferð í 2022), verður rikin av 4,5 fólkum í føstum starvi, einum starvsfólki í tvey ára starvi, umframt av undirvísarum úr KT-vinnuni. Talið av lesandi liggur um 40-60, sum spennir yvir tveir árgangir.

Fyri at ganga økta eftirspurninginum eftir væl útbúnum KT-fólki í Føroyum á møti er ætlanin frá 2023 at bjóða eina nýggja masterútbúgving innan dátuvísindi við upptøku av lesandi hvørt ár, umframt at taka upp hvørt ár til bachelorútbúgvingina í KT-verkfrøði.

Masterútbúgvingin fer at leggja dent á fremstu KT-evnir, sum mennast sera skjótt, t.d. Tilgjørt Vit (Artificial Intelligence), Tólnet (Internet of Things/5G), og KT-Trygd (Internet Security). Hesi seks nýggju størvini vera sett fyri at stuðla fjøltáttaða arbeiðið í toyminum við høvuðsuppgávum at leggja skeið til rættis og undirvísa á bachelor- og masterútbúgvingunum, vegleiða í verkætlanum og at granska innan raðfestu økini. Granskingin verður samsvarandi vísindaligum førleikum og royndum hjá tí sum sett/ur verður. Tann ið sett/ur verður má hava eitt brennandi ynski um at menna seg í starvinum, halda seg dagførda/n innan minst eitt av raðfestu økjunum, og at menna samstarv við universitet uttanlands innan hesi fakøki.

Útbúgving, førleikar og royndir
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi universitetsútbúgving (M.Sc. ella ph.d.) innan til dømis teldufrøði, KT-verkfrøði, dátuvísindi, støddfrøði/hagfrøði, alisfrøði, el-verkfrøði, ella líknandi útbúgving. Umframt kravdu útbúgvingarligu kvalifikatiónirnar verður eisini stórur dentur lagdur á arbeiðsroyndir umsøkjarans.

Fyrimun hava umsøkjarar við royndum innan eitt ella fleiri av hesum økjum:

  • telduvísindi, diskret støddfrøði, lineer algebra og hagfrøði, stýrikervi (operating systems)
  • KT-verkfrøði, Java/C#, C/C++, og/ella onnur forritanarmál
  • dátuvísindi (data science) og maskinlæring with Python og/ella R
  • KT-trygd, tilgjørt vit (artificial intelligence), tólnet (internet of things)
  • undirvísing og gransking á universitetum í Norðurlondum/Evropa
  • góðar málførleikar í føroyskum, einum skandinaviskum máli, ella enskum
  • feskar royndir úr KT-vinnuni ella frá hægri lærustovnum

Hvørt starvið verður sett sum antin professari, lektari, ella adjunktur, treytað av førleikum og útbúgving umsøkjarans. Starv sum námslektari (fulltíðar undirvísingarstarv) kann eisini vera avtalað fyri eitt tíðarskeið, sum umsøkjari og Fróðskaparsetrið semjast um.

Størvini sum professari og lektari eru at rokna sum varandi, tó treytað av nøktandi framgongd eftir fyrsta árið.

Starvið sum adjunktur er eitt áramálssett (vanliga 4 ár) undirvísingar- og granskingarstarv, treytað av nøktandi framgongd eftir fyrsta árið. Framflyting til fast starv eftir adjunktsetanina kann gerast eftir positivari lektarameting. Umsøkjarar, sum ikki hava ph.d. útbúgving, men sum hava eina greiða skrá fyri at fremja eina ph.d. verkætlan í setanartíðini, eru eisini vælkomnir at søkja.

Umsókn
Við grundgivnari (motiveraðari) umsókn skulu fylgja heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður) og fullfíggjað lívsrensl (CV), sum inniheldur arbeiðsroyndir, møguligar vísindaligar útgávur, og lýsing av royndum og áhugamálum innan undirvísing, gransking og menning. Umsøkjarar við granskingarroyndum kunnu senda í mesta lagi fimm útgávur við umsóknini, sum umsøkjarin metir hava týdning fyri umsóknina. Umsøkjarar eiga at tilskila um tey søkja starv sum professari, lektari, adjunktur ella námslektari.

Umsóknin skal skrivast á enskum og sendast teldutøk til umsokn@setur.fo.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreistin er 18. februar 2022. Miðað verður eftir at seta 3 av størvunum í august 2022, og hini 3 størvini í oktober 2022.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Hannes Gislason, hannesg@setur.fo, professara í kunningar- og samskiftistøkni, ella hjá Hans Paula Joensen, hanspj@setur.fo, dekani á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya og útbúgvingina í KT-verkfrøði eru at finna á www.setur.fo.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna