Sjálvgreiðslan
Skriva út
Fróðskaparsetur Føroya
Lagt út: 10.11.21
Umsóknarfreist: 06.12.21

Á Fróðskaparsetrinum er eitt vísindastarv í støddfrøði/hagfrøði leyst at søkja

Søkt verður eftir støddfrøðingi/hagfrøðingi til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.

Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði og verkfrøði og hjánám í støddfrøði. Deildin stuðlar eisini undirvísing í náttúruvísindum og tøkni á øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum.

Starvið
Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í sambandi við hana verða fyrst og fremst í skeiðum í støddfrøði og hagfrøði, sum eru í bachelorútbúgvingum í verkfrøði og lívfrøði. Undirvísing kann eisini koma upp á tal í øðrum evnum, sum umsøkjarin hevur førleika innan fyri. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av møguligum nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.

Granskingin í starvinum verður í stóran mun tongd at serøki umsøkjarans. Tað er ynskiligt, at umsøkjarin kann vísa á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og uttanlands.

Starvssetanin verður sum námslektari (fulltíðar undirvísingarstarv), adjunktur ella lektari sambært førleika og royndum umsøkjarans.

Førleikar
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi útbúgving á master stigi. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur undirvísingarroyndir á universitetsstigi, dugir føroyskt og hevur málførleika í einum skandinaviskum máli og enskum.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður), CV, yvirlit yvir vísindaligar útgávur, lýsing av royndum og áhugamálum í gransking og undirvísing. Í mesta lagi 5 tær bestu útgávurnar kunnu leggjast við umsóknini.

Umsóknin skal skrivast á enskum og sendast talgild til umsokn@setur.fo.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreistin er 6. desember 2021. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.  

Nærri upplýsingar
Umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Hans Paula Joensen, hanspj@setur.fo, dekan á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru á www.setur.fo.  

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 60 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna