Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F SMS
Lagt út: 23.11.21
Umsóknarfreist: 12.12.21

Slaktaralærlingur til Miklagarð

Hevur tú ein spírandi áhuga fyri kjøti og ymiskum útskeringum?

So hevur tú her møguleikan at taka eina fakliga útbúgving á Føroya størsta slaktaríið.

Á útbúgvingini lærur tú um slátur og útskering av ymiskum kríatúrum.

Tú lærur hvussu kjøt verður skorið út, viðgjørt og góðskutryggjað, so tað hóskar seg til teir ymisku marknaðirnir.

Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera, vit framleiða kjøt til fleiri matstovur í landinum, og til handlarnar Miklagarð, Mylnurnar og Bónus.

Starvsfólkini eru von at arbeiða í høgari ferð uttan at slaka uppá góðskuna, sum altíð er í hásæti í slaktarínum.

Vit leita eftir viðkomandi, ið hevur áhuga fyri matgerð og teimum ymisku útskeringunum. Ein, ið dugur at arbeiða í høgari ferð, er fyrireikað/ur uppá skiftandi arbeiðstíðir, gongur høgt uppí reinføri og er til reiðar at arbeiða við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.  

Útbúgvingin tekur upp í 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur frammanundan.

Sum slaktaralærlingur hjá Miklagarði verður tú knýttur at ZBC skúlanum í Roskilde. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla í 21 vikur deilt út yvir í lærlingatíðarskeiðið og fær hetta uppihaldið goldið.  

Eru spurningar til starvið ella lærutíðina, ert tú vælkomin at venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á tlf. 233432.  

Hevur tú ein slaktara goymdan í tær? So kanst tú søkja læruplássið í Miklagarði umvegis leinkjuna 👉🏼https://hr.sms.fo/Vacancy/Index/1127.

Send okkum tína umsókn og møgulig avrit av prógvum áðrenn 12. desembur á midnátt.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna