Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 24.11.21
Umsóknarfreist: 08.12.21

Deildarleiðari til KT og Support

Til deildina KT og Support søkir Almannaverkið leiðara, ið skal hava dagligu ábyrgdina av deildini.

Um deildina
Endamálið við deildini er at veita starvsfeløgum framkomið og vælvirkandi KT-kervi. Deildin hevur ábyrgd av at umsita kunningartøknina og tryggja, at hon altíð virkar til fulnar. Hetta fevnir um at menna og viðlíkahalda KT-skipanir, tryggja, at KT-kervið er dagført og lýkur øll krøv í lóggávu, halda KT-trygdina á einum høgum støði og veita dygdargóða KT-support til alt verkið. Almannaverkið er knýtt at Landsneti við nærum 1.000 brúkarum. Á deildini starvast fimm fólk.

Um starvið
Sum deildarleiðari fært tú ábyrgdina av at leiða arbeiðið á deildini og tryggja, at deildin mennist og lagar seg eftir støðugt broytandi tørvinum innan KT. Tú skalt leiða og menna starvsfólkini, so at tey arbeiða við nýggjastu vitan á økinum. Tú fert at hava tætt samstarv við deildarleiðaran á Talgildari Menning, sum hevur ábyrgd av okkara KT-skipanum. Harafturat fert tú at ráðgeva og vegleiða leiðsluna í KT-viðurskiftum og saman við henni orða KT-strategi og leggja framtíðarætlanir fyri tøkniligu menningina av stovninum. Tú skalt røkta sambandið við uttanhýsis KT-veitarar og tryggja, at galdandi SLA er nøktandi og í samsvari við innanhýsis mannagongdir. Tú fert at mynda Almannaverkið á tøkniliga økinum og fært strategisku ábyrgdina av, at Almannaverkið hevur góðar tøkniligar umstøður til at gera sítt arbeiði. Tú fært eisini ábyrgdina av fíggjarliga økinum á deildini og skalt tryggja skynsaman rakstur.

Talan er um deildarleiðarastarv fulla tíð at seta skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á Hoyvíksvegi 61 í Havn. Deildarleiðarin vísir til fyrisitingarstjóran.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving á bachelorstøði og drúgvar royndir á KT-økinum, sum deildin umsitur. Tú ert strukturerað/-ur og hevur førleikar og skil fyri fíggjarstýring og fyrisiting. Eisini hevur tú góð greiningarevni og førleikar at hugsa sjálvstøðugt. Harafturat hevur tú ábyrgdarkenslu og hegni at leiða starvsfólk og verkætlanir. Vit leita eftir tær, sum ert framskygd/-ur og hevur fingurin á pulsinum á KT-økinum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í almennari fyrisiting.

Vit kunnu bjóða tær

  • eitt mennandi og ábyrgdarfult starv.
  • eitt gott og professionelt arbeiðspláss.
  • tryggar og væl skipaðar umstøður.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Fyrisitingini. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Deildarleiðarar í Almannaverkinum eru settir eftir avvarðandi sáttmála, alt eftir útbúgving, og løntir sum deildarleiðarar eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og BLF ella AKF, ella í lønarflokki 35 hjá Felagi Tænastumanna Landsins.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir við CV, avrit av prógvi, viðmæli og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 08.12.2021. kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Edvard Heen, stjóra, á tlf. 210503.
_______________________________________________________________________________________________________

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna