Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 24.11.21
Umsóknarfreist: 07.12.21

Starvsfólk til frítíðartoymið fyri børn og ung við autismu í Tórshavn

Almannaverkið leitar eftir starvsfólkum, sum hava gott sinnalag, eginleikar at finna loysnir og hava innlit og forvitni í avbjóðingum hjá ungum fólkum, sum hava autismu. Vit leita eftir tær, sum brennur fyri at arbeiða við sernámsfrøði og sum leggur dent á samskifti í breiðastu merking.

Arbeiðsuppgávur
Tú verður ein partur av einum toymi, har uppgávan er at bjóða borgarum upplivingar, neyðugan stuðul, umsorgan og ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Vit brúka Boardmaker og arbeiða eftir einum leisti, har dentur verður lagdur á tilfeingið hjá barninum, út frá kognitivari viðurkennandi námsfrøði.

Um størvini
Frítíðartoymið í Ovarugøtu er opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 12.00 til 16.45, og har koma børn eftir skúlatíð. Eisini hevur Ovaragøta umlætting gerandisdagar og í vikuskiftum.

  • Eitt  starsvfólk at arbeiða 40 tímar um vikuna í frítíðartilboðnum og umlættingini at byrja 01.01.2022
  • Eitt starvsfólk at arbeiða 25 tímar um vikuna í frítíðartilboðnum og umlættingini, at byrja 01.01.2022.
  • Søkt verður eisini eftir fólkum at avloysa í sambandi við fráveru orsakað av feriu, sjúku, skeið o.ø.

Førleikakrøv:
Námsfrøðilig útbúgving ella ergoterapeutútbúgving er ynskilig og umsøkjarar við arbeiðsroyndum innan sernámsfrøði kunnu eisini hava fyrimun. Tað er tó ikki ein treyt fyri at fáa starv.

Um eingin við nevndu førleikum søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólki.

Væntanir til umsøkjarar:
Eitt gott sinnalag, umsorgan og eginleiki at finna loysnir eru eginleikar vit virða høgt. Innlit og forvitni í avbjóðingarnar hjá ungum fólkum, sum hava autismu eru ynskiligir eginleikar. Vit leita eftir starvsfólkum, sum brenna fyri at arbeiða við sernámsfrøði, og sum leggja dent á samskifti í breiðastu merking yvirhøvur. Neyðugt er at hava hug og hegni at arbeiða skipað. Nakað av skrivligum uppgávum er í arbeiðinum og tí verður væntað, at umsøkjari hevur kt-førleika á brúkarastøði.

Setanar- og lønarviðurskifti:
Setanarøkið er Almannaverkið og við tænastu í løtuni í Eind 3 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipnanir í starvinum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella Ergoterapeutfelagið.

Umsókn:
Tú søkir við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist:
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 07.12.2021 kl. 23.00

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Honnu Juul, leiðara á telefon 297500 ella Poulu Djurhuus, eindarleiðara á telefon 297415.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna