Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 10.01.22
Umsóknarfreist: 24.01.22

Starvsfólk til Avgerðarskrivstovuna

Almannaverkið søkir eftir einum kveikjandi starvsfólki, sum við stórum ágrýtni og fyrisitingarligum hegni skal virka fyri, at borgarar við sálarligum, kropsligum og sosialum avbjóðingum fáa eina  tænastu við atliti at at liva so sjálvstøðugt og virkið sum møguligt.

Um starvið
Talan er um eitt starv fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð, at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er í Havn, og arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávur
Fremsta uppgávan er at stuðla undir í tilgongdini at tilluta borgarum trivnaðartænastur – í dagligari talu nevnt visitator. Undir til tíðir stórum trýsti skalt tú virka fyri at finna loysnir, so borgarin verður hjálptur innan fyri karmarnar á stovninum.

Starvið inniber skiftandi uppgávur frá at hava samrøður við umsøkjara og ofta eisini avvarðandi til m.a. at gera skrivlig tilmæli og skipa fyri og luttaka í tvørfakligum fundum.

Førleikar
Tú skalt hava útbúgving sum sosialráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, ergoterapeutur ella fysioterapeutur.

Tað er ein treyt, at tú hevur drúgvar viðkomandi arbeiðsroyndir, hevur drúgvar fyrisitingarligar royndir og góðan kunnleika til tey øki, ið Almannaverkið arbeiðir við.

Tú skal vera væl fyri fakliga og duga væl at orða teg í skrift og talu.

Væntanir
Vit leita eftir umsøkjara, sum hevur áhuga fyri einstøku borgarunum og avbjóðingum teirra. Sum sjálvstøðugt megnar at arbeiða konstruktivt í kompleksum málum, har møguleikin at veita væl grundaða hjálp kann verða avmarkaður.

Tað er neyðugt at hava sterkar samstarvseginleikar við egnar starvsfelagar, aðrar fakbólkar, borgarar og avvarðandi.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum í deildini Avgerðarskrivstovan. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann
verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn
Tú søkir starvið við at klikkja á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir, avrit av prógvi, viðmæli o.a. skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.01.2022 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mariu N. Garðsá á telefon 297031.

Um Avgerðarskrivstovuna
Avgerðarskrivstovan er ein tvørdeild, sum er partur av málsviðgerð, sum eisini fer fram á
øðrum deildum og deplum í Almannaverkinum. Avgerðarskrivstovan skal millum annað góðskutryggja avgerðir um fyritíðarpensjón, arbeiðsbúgving og visitering til Trivnaðardepilin og skal undir hesum tryggja, at málsviðgerðin er í samsvari við galdandi lóggávu og livir upp til sosialfakligar og fyrisitingarligar meginreglur. Avgerðarskrivstovan viðger umsóknir hjá borgarum, sum hava tørv á trivnaðartænastum sum stuðul, búpláss, umlætting, virkistilboð o.a. Í Avgerðarskrivstovuni starvast átta fólk.
_______________________________________________________________________

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fíggjarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna