Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 23.11.21
Umsóknarfreist: 07.12.21

Sjúkrarøktarfrøðingur til økispsykiatri í Suðuroy

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv í Suðuroy. Starvi er á brøki 0,8 til setan frá 01.01.2022 ella eftir nærri avtalu.

Her er eitt starv, har tú verður við til at mynda okkara økispsykiatri. Í suðri eru 2 sjúkrarøktarfrøðingar sum arbeiða saman og økið umfatar alla oynna. Vit eru tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriska toyminum og aðru hvørja viku møtast allar til felags- og tvørfakliga konferensu og fakliga sparring. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørsektorielt.

Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin. Framtíðar psykiatri inniber m.a. at viðgerðin í stóran mun fyrigongur ambulant og har sjúklingurin býr.

Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir betranarháttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.

Økispsykiatriin er partur av viðgerðini á Psykiatriska Deplinum. Sjúklingurin er í miðdeplinum, viðgerðin verður sett í gongd tíðliga og netverkið er ein ressursa í tilgongdini “at koma seg við sálarsjúku”.

Hvør ert tú?
Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur sum ert sinnað at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum og megnar at arbeiða rættuliga sjálvstøðugt.

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:
Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær.

Er hetta tú, so er tað tær vit leita eftir.

Hvørji eru vit?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, sum eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.

Í arbeiðnum er tað neyðugt, at tú hevur koyrikorti og møguleika at nýta egnan bil í arbeiðinum (samsýning verður veitt).

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Birgit Andersen, leiðara, tlf. 234557,  birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov, depilsleiðara, eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 07.12.21
Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um okkum


Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna