Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 11.01.22
Umsóknarfreist: 25.01.22

Reingerðarfólk til Sambýlið í Bøgøtu og Heimatænastuna

Vit sóknast eftir
Reingerðarfólki til Sambýlið í Bøgøtu og Heimatænastuna, sum eru staðsett í sama húsi í Bøgøtu 34. Setanarbrøkurin er 0,35, svarandi til 8 tímar um vikuna í sambýlinum og 6 tímar um vikuna í Heimatænastuni.  Byrjað verður skjótast møguligt.

Førleikakrøv og karmar

Vit vænta:
- At tú ert røkin og kennir týdningin av góðum reinføri í mun til trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum.
- At tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við bú- og starvsfólk.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum starvfeløgum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara í Sambýlinum, tel. +298 793425 og tpost dianaj@nbh.fo ella til Per Johannessen, deildarleiðara í Heimatænastuni, tel. +298 793470 og tpost perj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 25. januar 2022.

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna