Sjálvgreiðslan
Skriva út
Runavíkar Kommuna
Lagt út: 13.01.22
Umsóknarfreist: 30.01.22

Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan við Stórá.

Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi, til Frítíðarskúlan við Stórá, í Runavíkar Kommunu, at byrja 1. febuar 2022, ella skjótast tilber. Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett.

Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum við Stórá, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við vegleiðandi vaksnum.

Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 115 frítíðarskúlabørn.


• Starvið eru 25 til 30 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí, ímillum kl 7.30-17.00
• Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-22, fyri námsfrøðingar og lønarstig 2-8, fyri hjálparfólk.

Vit ynskja at umsøkjarin:
• Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 - 9 ár
• Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
• Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
• Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
• Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Vit bjóða:
• Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
• Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
• Fyrireikingartíð
• Toymisarbeiði

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 30 januar 2022.

Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her:
https://app.jobmatchprofile.com/2f6g3q/runavikar-kommuna/24um24/fos/namsfroingur

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf 216630

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna