Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tvøroyrar Kommuna
Lagt út: 25.11.21
Umsóknarfreist: 06.12.21

Námsfrøðimgur til Mýrifípuna í Trongisvági

TVØROYRAR KOMMUNA SØKIR EFTIR NÁMSFRØÐINGUM TIL MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI.

Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har fleiri enn 30 starvsfólk hava sína dagligu gongd. 

Vegna økt virksemi á stovninum, er tørvur á fleiri starvsfólkum, ið hava námsfrøðuligt prógv. Og verður tí hervið søkt eftir fleiri námsfrøðingum til barnagarðin Mýrifípuna í Trongisvági, at byrja 1. januar 2022, ella skjótast tilber.

Stovnslýsing:
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.

Vit vanta at tú: 

  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

Setanarviðurskifti: 
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita: 
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737 ella Heidi Park varaleiðara á tlf.781162.

Umsókn: 
Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 6. desember 2021, kl.12.00.

-Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv-

Tvøroyrar Kommuna
Mýrifípan

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna