Sjálvgreiðslan
Skriva út
Almannaverkið
Lagt út: 12.01.22
Umsóknarfreist: 25.01.22

Nærverandi og umsorgarfull starvsfólk til sambýlið á Eirargarði 16B í Tórshavn

Á Eirargarði búgva fólk við fjølbreki og menningartarni sum hava tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt. Endamálið við stovninum er at veita húsfólkunum upplivingar, neyðugan stuðul og umsorgan og ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag.  

Um størvini

  • Eitt barnsburðarstarv  39,5 tímar um vikuna at seta frá 01.03.2022 fram til 01.01.23. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga dag-, kvøld- og náttarvakt. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Í starvinum er uppgávan í høvuðsheitum at vera um eitt ávíst búfólk.
  • Eitt starv á 30 tímar at byrja 01.03.2022 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga dag-, kvøld- og náttarvakt. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.
  • Eitt starv sum náttarvakt 30 tímar um vikuna at byrja 01.03. 2022. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.

Førleikar 

Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari ella heilsufakligari útbúgving og/ella fólki við royndum innan serøkið. Neyðugt er at hava koyrikort til bil og kt-førleikar á brúkarastøði. 

Arbeiðsuppgávur

Á Eirargarði leggja vit okkum eftir, at borgarin fær tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar, og miðað eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.  

Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum borgarar og starvsfólk.

Í námsfrøðiliga arbeiðinum leggja vit dent á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, menning og sjálvbjargni. Starvsfólkini arbeiða eftir Gentle Teaching, sum er ein hugsanarháttur, ið tekur støði í relatiónsnámsfrøði. Gentle Teaching snýr seg um tryggleika, viðurkenning, tilknýti, samveru og samspæl. 

Væntanir 

Vit leita eftir umsøkjarum, sum skilja lyklaorðini umsorgan og nærveru. Vit leggja dent á samskiftisførleikar í breiðari merking, og ein viðurkennandi og fevnandi atburð í gerandisdegnum har dentur verður lagdur á góðan trivnað. Umsøkjarar mugu vera væl fyri fakliga, sálarliga og likamliga.  

Setanar- og lønarviðurskifti 

Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 7. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. 

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Um Eind 7 

Eind 7 í Trivnaðardeplinum veitir tænastu til vaksin við fjølbreki v.m. í Suðurstreymoy og Sandoy. Til eindina hoyrir Virknis- og umlættingardepilin á Sandi, Sambýlið Fjálgalon og Sambýlið Eirargarður í Tórshavn. Meiri kunning um Eind 7 fæst við at trýsta her

Umsókn 

Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið" og síðan útfylla umsóknarblaðið og viðhefta viðkomandi fílur.  

Freist 

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 25.01.2022 kl 23.00.

Fleiri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Jóhonnu Jancyardóttir, virkandi eindarleiðara, á tlf. 297989 ella Heidi Henriksen, leiðara, tlf. 297440

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fíggjarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna