Sjálvgreiðslan
Skriva út
Tórshavnar Kommuna
Lagt út: 14.01.22
Umsóknarfreist: 02.02.22

Leiðari til Dagstovnin á Velbastað

Søkt verður eftir dagstovnaleiðara til Dagstovnin á Velbastað, at byrja 1. februar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Dagstovnurin á Velbastað fevnir um vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla og ungdóms virksemi. Á dagstovninum eru áleið 50 vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúlabørn og áleið 14 starvsfólk.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Ein leiðara, ið tekur ábyrgd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni. Leiðarastarvið er tí ein samantvinnan av sjálvstøðugleika og samarbeiði, har tú bæði fært avbjóðingar- og menningarmøguleikar.

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/leidari-til-dagstovnin-a-velbastad/

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna