Sjálvgreiðslan
Skriva út
Landssjúkrahúsið
Lagt út: 11.01.22
Umsóknarfreist: 01.02.22

Læknaskrivara/skrivara til Eygnadeildina

Læknaskrivara/skrivara til Eygnadeildina

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum skrivara til Eygnadeildina, til fast starv á brøki 0,9, at byrja 01.03.2022 ella eftir avtalu.

Eygnadeildin virkar undir Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum og á deildini starvast 4 eygnalæknar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 2 skrivarar.

Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Móttøka og skráseting av sjúklingum
  • Samskifti við sjúklingar og onnur
  • Avgreiðsla av teldupostum, bóka tíðir og annað
  • Skriva journalir
  • Tætt samstarv við hinar fakbólkarnar á deildini

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Mirsk, Outlook og Word.

Førleikar

  • Viðkomandi útbúgving, so sum læknaskrivara, skrivstovufólk ella líknandi
  • Arbeiðir á ein skipaðan hátt og hevur gott yvirlit
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur góðan málsligan førleika
  • Hevur góðan telduførleika
  • Royndir innan økið er ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 234523, teldupost: elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 01.02.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara, www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna