Sjálvgreiðslan
Skriva út
Sørvágs Kommuna
Lagt út: 11.01.22
Umsóknarfreist: 25.01.22

Heimsins besta stað😊

Alvalon leitar eftir stuðul sum brennir fyri sernámsfrøði, til barn við Down syndrom, at byrja 1. Februar 2022 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit skipa karmarnar so at børn og vaksin trívast, hava tað stuttligt og mennast. Á stovninum ganga 112 børn í aldrinum 0-7 ár. Tað arbeiða 14 námsfrøðingar, 21 hjálparfólk, skrivstovufólk og køksfólk á stovninum. Vit arbeiða í felag um at menna stovnin og raðfesta námsfrøðiliga dygd, tí er tíð til fyrireiking og eftirmeting ein partur av arbeiðnum. Somuleiðis hava vit pedagogfundir og hjálparfólkafundir har vit arbeiða við ymiskum evnum, persónligari og fakligar menning.

Um starvið
Starvið er í vøggustovu, saman við 2 námsfrøðingum og 2 hjálparfólkum. Vit hava tørv á stuðli, sum arbeiðir við einum stimbrandi umhvørvi til barnið at mennast í, og sum í góðari relatión til barnið og onnur er við til at tryggja trivna. Starvið er 40 t um vikuna, men kann eisini deilast ímillum 2 fólk. Arbeitt verður við Karlstad í samstarvi við Sernám og danskan vegleiðara, og er Karlstad ein náturligur partur av gerandisdegnum.

Væntanir
Væntað verður at tú hevur góð samstarvsevni, er nærverandi og saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri barnið. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningar møguleikar.

Vit kunnu bjóða tær:

- eitt spennandi arbeiðspláss

- at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi

- eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti

- at verða luttakandi í einum stovni í menning

Sí heimasíðu okkara www.alvalon.fo

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til birita@sorvag.fo seinast 25.01.22.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Arge leiðara, tlf 233240.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna