Sjálvgreiðslan
Skriva út
Apotekið, framleiðslueindin
Lagt út: 06.01.22
Umsóknarfreist: 23.01.22

Framleiðsluapotekið søkir starvsfólk til heilivágsframleiðslu

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki við viðkomandi útbúgving til spennandi starv á framleiðsludeildini. Viðkomandi verður partur av framleiðslutoyminum, sum tekur sær av framleiðslu av heilivági og merkivørum eftir altjóða GMP reglum.

Talan er um eitt avloysarastarv fyri eina, sum fer í barsil. Ynskiligt er, at tú byrjar skjótast gjørligt, og starvið er tíðaravmarkað til summarið 2023.

Um starvið
Tú ert við í toyminum, sum ger blandingar til krabbameinsviðgerð og aðrar viðgerðir á  sjúkrahúsinum. Eisini kemur tú at standa fyri framleiðslu av tablettum, og annars at vera við at loysa fyrifallandi uppgávur á deildini. Sum starvsfólk á Framleiðsluapotekinum skalt tú vera við at tryggja, at arbeitt verður eftir galdandi lóggávu.

Í framleiðslutoyminum ynskja vit at samstarva um at loysa uppgávurnar skynsamt og við góðskuni í hásæti. Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum mennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur lokið viðkomandi útbúgving sum farmakonomur, laborantur ella aðra útbúgving, sum gevur førleikar innan framleiðslu.

Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri heilivágsframleiðslu, og at tær dámar at arbeiða við framleiðslutólum á brúkarastøði. Vit vænta, at tú ert ágrýtin, álítandi, góðskutilvitað/ur og at tú hevur ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt. Royndir innan framleiðslu kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.

Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og jaligur starvsfelagi, sum ynskir at vera við til at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt avloysarastarv við setan skjótast gjørligt og fram til summarið 2023. Starvið er fulla tíð ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru hvønn gerandisdag í dagtímunum. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo

Umsókn
Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 23. januar 2022. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.

 

Framleiðsluapotekið
Framleiðsluapotekið er partur av Apoteksverkinum og umfatar eina framleiðsludeild og eina góðskudeild. À Framleiðsluapotekinum starvast uml. 25 starvsfólk, harav fleiri farmakonomar, laborantar, hjálparfólk, verkfrøðingur og farmaseutar.

Á Framleiðsluapotekinum framleiða vit fleiri sløg av heilivági og merkivørum til bæði menniskju og djór. Harumframt pakka vit heilivág í skamtanarposar til uml. 1300 brúkarar. Framleiðsluapotekið hevur GMP/GDP góðkenning frá donsku myndugleikunum.

Les meira um okkum á www.apotek.fo            

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna