Sjálvgreiðslan
Skriva út
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Lagt út: 10.01.22
Umsóknarfreist: 24.01.22

Deildarleiðari til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi frá 1. mars 2022 ella eftir avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, um tú ikki hevur annað ynski.

Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir í leiðslu kunnu vera fyrimunir.

Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Niðristova er karmur um 14 búpláss.

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu

Á heimasíðuni https://nbh.fo/storv/iskoyti-til-lysing-eftir-deildarleidara-til-nidristovu/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofil og setnartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 410000, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 24. januar 2022.

 

 

 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna