Sjálvgreiðslan
Skriva út
The Athlete´s Foot
Lagt út: 13.01.22
Umsóknarfreist: 29.01.22

Store Manager til The Athlete´s Foot

The Athlete´s Foot søkir eftir leiðara til handlin hjá okkum í hjartanum í Havn.

Dámar tær sneakers og sport fashion! So ert tú møguliga okkara nýggi leiðari í The Athlete´s Foot.

Um starvið:
Leiðarin hevur ábyrgd av handlinum, ið hevur eitt stórt og fjølbroytt úrval av sneakers og sport fashion.

Leiðarin eisini ábyrgd av, at vøruúrvalið altíð er nøktandi, og at tænastan til kundarnar hjá The Atlete´s Foot altíð er á einum høgum stigi. Uppgávurnar eru m.a. at bíleggja vørur og eisini við handilsferðum uttanlands til virkisvitjanir hjá okkara veitarum.

Taka ímóti vøruni og samstundis syrgja fyri, at okkara handil og nethandilin, taf.fo eru dagførdir við nýggjasta móta.

Vit vænta, at tú:
• ert sjálvstøðug/ur, vilt skapa úrslit og hevur góða handilsfatan.
• at tú hevur góðan kunnleika til sosialar miðlar.
• dugir væl við fólki og ert fyrikomandi.
• ert opin og hevur eina góða persónliga ávirkan.
• royndir í handli ella handilsútbúgving eru ein fyrimunur.

The Athlete’s Foot er mest kent sum ein alheims sneakerketa við sneakers í teimum nýggjastu litunum og flottum sniði. Handlarnir hava eitt nágreiniligt úrval av lekkrum trendy ítróttarklæðum og tilhoyri. Vit bjóða tær eitt spennandi starv í einum av førandi mótahandlunum í Føroyum.

Tú fært góðan stuðul og upplæring frá byrjan.

Løn eftir førleika og sambært avtalu.

Skrivligar umsóknir og CV skulu sendast til dam@intersport.fo Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Jakob Dam á tel. (+298) 235350.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

The Athlete´s Foot

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna