Sjálvgreiðslan
Skriva út
Rumbul
Lagt út: 10.01.22
Umsóknarfreist: 29.01.22

Starvsfólk til Rumbul í SMS

Í Rumbli hava vit nógv at gera hvønn dag, vit hava eitt risastórt úrval og fáa javnan nýggjar vørur heim.

Í løtuni leita vit eftir einum starvsfólki, ið kann arbeiða fulla tíð frá áleið 1. februar 2022 og fram til februar 2023.

Hjá okkum kemur tú at avgreiða kundar við kassan, at fylla vørur upp í handlinum, og sum heild at hjálpa við at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi.

Tú mást vera fyrikomandi, tænastusinnað/ur og røkin.

Ljóðar eitt starv í Rumbli sum nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her 👉🏼 https://hr.sms.fo/Vacancy/Index/1150.

Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Beintu Ottosen, handilsleiðara, á telefon 265471.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna