Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Dvøljan
Lagt út: 24.11.21
Umsóknarfreist: 12.12.21

Starvsfólk til Hornið í SMS

Í Horninum hava vit nógv at gera hvønn dag, og leita vit nú eftir einum starvsfelaga at arbeiða fulla tíð.  

Hjá okkum verður tú partur av einum ungum og fryntligum toymi, og verður uppgávan hjá tær at avgreiða kundar, at gera teir leskiligu kaffi- og tedrykkirnar og annars at syrgja fyri, at kafein altíð er snøgg og innbjóðandi.  

Vit leita eftir tær, ið er tænastusinnað/ur, smílandi og ábyrgarfull/ur.  

Arbeiðstíðin er 30-35 tímar um vikuna í dagtímunum í skiftandi vaktum.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.  

Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Marý Sigurheim, leiðara, á telefon 259252.

Tú søkir starvið á leinkjuni her 👉🏼 https://hr.sms.fo/Vacancy/Index/1131

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna