Sjálvgreiðslan
Skriva út
Mylnan á Smyrilsvegi
Lagt út: 13.01.22
Umsóknarfreist: 29.01.22

Fulltíðarstarvsfólk til Mylnuna á Smyrilsvegi

Kundi tú hugsa tær eitt starv, har tín størsta uppgáva er at veita kundum eina góða innkeypsuppliving? So er Mylnan á Smyrilsvegi møguliga eitt stað fyri teg.

Vit leita í løtuni eftir einum starvsfelaga, ið kann hjálpa okkum at selja bakara- og aðrar vørur, at veita góða kundatænastu, og sum heild halda handilin hjá okkum penan og innbjóðandi.

Hjá okkum verður tú partur av einum toymi, ið arbeiður tætt saman, og er tað týdningarmikið, at tú ert sosial/ur, fryntligur og fyrikomandi.

Talan er um fulltíðarstarv í skiftandi vaktum, og vit síggja gjarna, at tú byrjar sum skjótast.

Sært tú teg sjálva/n í starvinum, ert tú vælkomin at senda tína umsókn umvegis leinkjuna her 👉🏼 https://hr.sms.fo/Vacancy/Index/1151.

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Honnu Haraldsen, handilsleiðara, á telefon 275048.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna