Sjálvgreiðslan
Skriva út
Betri Pensjón
Lagt út: 22.11.21
Umsóknarfreist: 10.12.21

Verkætlanarleiðari til Betri Pensjón

Dámar tær at arbeiða við verkætlanum? Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri at menna eina nýggja kjarnuskipan? So bíðar eitt spennandi starv í Betri Pensjón

Hvat inniber starvið?
Tú verður verkætlanarleiðari og saman við øðrum fert tú at gera kravfesting av eini nýggjari kjarnuskipan til Betri Pensjón. Fyrsta uppgávan verður at skipa tilgongdina, tá skipanin og veitarar/undirveitarar skulu veljast. Seinni fert tú at standa á odda, tá nýggja kjarnuskipanin skal mennast og takast í nýtslu.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi royndir sum verkætlanarleiðari og/ella útbúgving
  • Dámar væl at arbeiða við loysnum, menning og tekniskum loysnum
  • Hevur kunnleika til og royndir við KT
  • Dugir at hugsa við framtíðini í huga
  • Hevur gott yvirlit og ert væl skipað/ur
  • Ert fleksibul og tolir skiftandi arbeiðstíðir og skiftandi arbeiðstrýst
  • Dugir væl at samskifta - bæði munnliga og skrivliga á enskum, donskum og føroyskum
  • Tekur ábyrgd, raðfestir og heldur freistir
  • Dugir at samstarva og arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur fíggjarligt tev

Tú kanst vænta av okkum:
Vit bjóða tær eitt avbjóðandi starv í eini fyritøku, sum støðugt mennist. Tú fært greiðar málsetningar, fittar og fúsar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður. Hartil bjóða vit tær góða løn við góðum setanartreytum, sjálvstøðugt arbeiðsøki og góðar møguleikar fyri førleikamenning.

Tú vísir beint til stjóran og fert at starvast á Kongabrúnni í Havn. Starvið verður sett sambært sáttmála millum FAG og YTF.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum

Samband
Hava vit fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv.pensjon@betri.fo í seinasta lagi fríggjadagin 10. desember kl. 12.00.

Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at ringja til Helga L. Petersen, stjóra á 348 748 / hlp@betri.fo ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara á 348 575 / rju@betri.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna