Sjálvgreiðslan
Skriva út
Klaksvíkar Kommuna
Lagt út: 19.11.21
Umsóknarfreist: 06.12.21

Tekniskur stjóri til Klaksvíkar kommunu

Ert tú okkara nýggi stjóri? Brennur tú fyri leiðslu, og ynskir tú at hava ein týðandi leiklut í menningini av Klaksvíkar kommunu?

Starvið sum tekniskur stjóri er spennandi og avbjóðandi. Saman við leiðsluni, borgarstjóra og býráðspolitikarum, og ikki minst starvsfólkunum á tekniska økinum, stendur tú á odda fyri at røkka teimum málum, ið kommunan setur sær.
Søkt verður eftir einum stjóra, sum við virkisfýsni gongur á odda fyri tekniska økinum ið er mannað við dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki. 

Arbeiðsøkið
Á teknisku deild eru tvey høvuðsøki: umhvørvi og býarskipan, sum fevnir um byggi- og býarplanlegging, býarskipan, byggimálsviðgerð, umhvørvi o.a. og tekniska økið, sum fevnir um vegir, ljós, kloakkir, fastognir, vatn, o.a.

Arbeiðsuppgávur 
Tekniskur stjóri skal skal saman við leiðsluni mynda deildina, leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. 

Í gerandisdegnum merkir tað, tað at borgarin í Klaksvíkar kommunu fær eina tænastu á høgum stigi. 

Sum tekniskur stjóri er samskifti við starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar umráðandi.  Tað er ein fyrtreyt, at umsøkjarar hava góðar samskiftisførleikar. 

Sum stjóri hevur tú ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av teknisku deild umframt at vera partur av leiðslutoyminum saman við kommunustjóra, vinnu- og mentanarstjóra og trivnaðarstjóra.

Høvuðsuppgávur eru millum annað at:

  • Leiða og menna teknisku deild
  • Tryggja, at politiskar avgerðir verða framdar í verki
  • Leiða langskygt og strategiskt
  • Hava fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd av tekniska økinum
  • Ráðgeva leiðslu og býráði í tekniskum, býarskipanarligum og umhvørvisligum málum
  • Tryggja góða fyrisiting og tænastur til borgarar og samstarvsfelagar
  • Ganga á odda, soleiðis at umsitingin verður í fremstu røð á avvarðandi ábyrgdarøkjum
  • Tryggja góða stýring og leiðslu av verkætlanum og greiða kunning til býráðið og leiðsluna um støðuna og gongdina í raðfestum verkætlanum 

Umráðandi er, at tú hevur:

  • Leiðsluatferð, sum mennir starvsfólkið og skapar trivnað
  • Royndir í fíggjarstýring og hegni at fremja effektiviseringar og skipa greiðar mannagongdir 
  • Góðar fyrisitingarligar og málsligar førleikar
  • Gott strategiskt skil og framskygda leiðslutilgongd
  • Nýhugsandi tankagongd, ert virkisfús/ur og dugir at seta greið mál og skapa úrslit
  • Góð evni at raðfesta, samskipa og avhanda uppgávur
  • Vilja og dirvi at taka avgerðir og at standa við tær
  • Góðar førleikar at samskifta greitt 
  • Góð evni at leiða verkætlanir og tryggja, at tær verða framdar
  • Álitisvekjandi atburð og ert tænastusinnað/ur 

Umsøkjari, ið verður settur, skal hava gott innlit í tær treytir, sum eru galdandi í einari kommunalari umsiting.

Væntað verður, at umsøkjari hevur viðkomandi royndir at leiða verkætlanir. Eisini verður væntað, at umsøkjari hevur innlit í tekniska økið. 

Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarin hevur vilja og hegni at ganga á odda, og at hann saman við leiðslu og starvsfólkum megnar at røkka settum málum.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú kemur at verða partur av einum royndum og eldhugaðum toymi á teknisku deild, ið leggur dent á at loysa uppgávur skjótt og væl. 

Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava:

  • Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi royndum
  • Leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum  

Umsøkjarar verða mettir eftir leiðsluligum, fakligum og persónligum førleikum.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelagi Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.  Stjórin hevur tilvísing til kommunustjóran.

Talan er um áramálssett starv - 5 ár. Latin verður ein áramálsviðbót.

Umsóknarfreistin er mánadagin 6. desember kl 12.00.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: "Tekniskur stjóri til Klaksvíkar kommunu".

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Rasmussen, kommunustjóra, tel. 224021, runir@klaksvik.fo. 

Starvið verður sett 1. februar 2022 ella eftir nærri avtalu. 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna