Sjálvgreiðslan
Skriva út
Posta
Lagt út: 04.01.22
Umsóknarfreist: 23.01.22

Leiðari fyri posttoll og avgreiðslu

Leiðari fyri posttoll og avgreiðslu

Leiðari fyri posttoll og avgreiðslu

Ynskir tú eitt avbjóðandi leiðarastarv við ábyrgd av tolling av inngangandi postsendingum og kundatænastu? Dámar tær bæði at luttaka í dagliga arbeiðnum og samstundis góðskutryggja arbeiðsgongdir? So er tað kanska tær, vit leita eftir. 

Hvønn dag koma sendingar í hópatali til Posta, sum skulu víðari til móttakaran bæði rætt og rættstundis. Deildin fyri posttoll tollavgreiðir postsendingar, sum koma til landið, samskiftir við viðskiftafólk og við TAKS. Í avgreiðsluni á Óðinshædd er høvuðsuppgávan at avgreiða sendingar og vegleiða viðskiftafólk. Viðskiftafólkini annaðhvørt ringja til Posta ella møta upp í avgreiðsluni.  

Ábyrgdarøki

Sum leiðari fyri posttoll og avgreiðslu á Óðinshædd...  

  • hevur tú ábyrgdina av og luttekur í dagliga arbeiðnum á deildini

  • tryggjar tú áhaldandi menning av posttollinum og avgreiðsluni á Óðinshædd

  • hevur tú ábyrgdina av, at postsendingar verða tollaðar rætt og rættstundis

  • samskipar og samskiftir tú við starvsfelagar kring landið um viðkomandi mál

  • hevur tú til samans 10 starvsfólk í tínum toymi

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til tolling og viðkomandi KT skipanir frá líknandi starvi. Sum persónur trívist tú við starvsfólkaábyrgd og tær dámar at vera toymisleiðari. Tú dugir at hugsa og arbeiða bæði yvirskipað og í smálutum í senn. Posttollurin og avgreiðslan eru í beinleiðis samskifti við nógv fólk hvønn dag. Tí skalt tú eisini hava hug at mynda Posta.

Í starvinum vísir tú til leiðarin fyri framleiðslu og útbering, og tú verður partur av leiðara-toymimum innan útbering og framleiðslu.

Um Posta
Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá Posta. Posta hevur seinastu árini verið í einari stórari menning.
Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við væl skikkaðum og dugnaligum starvsfeløgum. Á Posta eru hølini ljós og vinarlig og til ber at melda seg til matarskipan. Tú verður partur av einum jaligum umhvørvi, og trivnaðurin er góður.  

Starvið er sett til fulla tíð. Lønin er sambært sáttmála við Starvsfelagið. Arbeiðstaðurin er á Óðinshædd, Tórshavn

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Janus Rasmussen, tlf. 236090. Umsókn kann sendast til janus@posta.fo.

Freistin at søkja er hin 23. januar 2022.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna