Sjálvgreiðslan
Skriva út
Heilsumálaráðið
Lagt út: 04.01.22
Umsóknarfreist: 24.01.22

Fulltrúar til Heilsumálaráðið

Starvið
Søkt verður eftir tveimum fulltrúum til fast starv í Heilsumálaráðnum.

Førleikakrøv
Kravt verður, at umsøkjari hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan løgfrøði, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving.

Persónlig førleikakrøv og royndir
Umráðandi er, at tann, ið settur verður:
• hevur góð samstarvsevni,
• hevur góð greiningarevni,
• hevur góðar samskiftisførleikar í føroyskum og donskum, bæði munnliga og skrivliga,
• hevur politiskt tev,
• er tænastuhugað/ur, fleksibul og miðvís/ur,
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Umsøkjarar skulu eisini hava evni til at hugsa strategiskt og samskifta á ymiskum stigum.

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstørv, ið verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra. Roknast kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, á tel. 304050 ella umvegis teldupost til turid.arge@hmr.fo at fáa nærri upplýsingar.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu sendast til:
Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
ella við telduposti til hmr@hmr.fo

Umsóknir skulu vera Heilsumálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. januar 2022, kl. 12.00.
Starvið verður sett frá 1. mars ella skjótast til ber. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú kanst lesa meira um málsøkið, sum Heilsumálaráðið umsitur, á www.hmr.fo

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna