Sjálvgreiðslan
Skriva út
P/F Solar Føroyar
Lagt út: 22.11.21
Umsóknarfreist: 15.12.21

Ert tú okkara nýggi goymsluog innkeypsleiðari?

Brennur tú fyri innkeyp, sølu og vøruúrvali? So hava vit eitt spennandi og nýstovnað starv, har tú fært møguleika at gerast ein týðandi partur av okkara toymi.

Uppgávur
Tú fært ein fjølbroyttan arbeiðsdag, har tínar uppgávur m.a. fevna um at bíleggja vørur, avgreiða kundabíleggingar, menna vøruúrvalið á lagrinum og okkara handilsvørur.

Sum okkara nýggi starvsfelagi, blívur tú sostatt ein týðandi partur av øllum okkara virksemi, bæði vørusamanseting, sølu, innkeypi og goymslu. Í dag keypa vit størsta partin av okkara vørum gjøgnum Solar DK, men eru eisini opin fyri øðrum veitarum.

Førleikar
Vit ímyndað okkum, at tú hevur royndir við innkeyp, goymslu og helst eisini sølu. Vit brúka NAVISION, og kunnleiki til Excel er ein fyrimunur.

Hoyra nærri ?
Ring til Claus V. Christensen, stjóra, á tlf.: 237930

Umsóknarfreistin er 15. desembur
Send tína umsókn við at trýsta á leinkjuna HER.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna