Sjálvgreiðslan
Skriva út
Reyði Krossur Føroya
Lagt út: 13.01.22
Umsóknarfreist: 26.01.22

Ert tú okkara nýggi FYRSTUHJÁLPARINSTRUKTØRUR?

Reyði Krossur heldur, at øll eiga at duga fyrstuhjálp. Tess fleiri eru før fyri at geva fyrstuhjálp, tess størri tryggleika fáa vit øll somul í gerandisdegnum.

Reyði Krossur arbeiðir áhaldandi kring alt landið fyri at røkka hesum máli, og tí verður nú søkt eftir nýggjum instruktøri at undirvísa í lívbjargandi fyrstuhjálp.
Sum fyrstuhjálparinstruktørur fært tú neyðuga instruktørútbúgving frá Reyða Krossi, har dentur verður lagdur á, at frálæran er á høgum fakligum stigi, og altíð livir upp til nýggjastu vitanina innan økið og í samsvari við altjóða krøv. Tað er umráðandi, at undirvísingin er góð og spennandi, og at luttakarar læra lívbjargandi fyrstuhjálp, bæði ástøðiliga og við verkligum venjingum. Krøv verða tí sett um pedagogiska vitan og royndir. Sostatt er tað ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um umsøkjarar hava heilsufakliga ella námsfrøðiliga bakgrund og royndir.
Instruktørútbúgvingin í kropsligari fyrstuhjálp er eitt innanhýsis skeið í tveimum pørtum, og hon verður hildin í Danmark. Longdin er tvær ferðir fimm dagar, samanlagt tíggju dagar, ið enda við próvtøku. Undirvísingin er bæði ástøðilig og verklig.
Førleikakrøv til instruktørútbúgvingina innan kropsliga fyrstuhjálp:
• Víðkað fyrstuhjálparskeið, 12 tímar (ikki eldri enn 2 ár).
• Ferðslurelaterað fyrstuhjálparskeið, 8 tímar (ikki eldri enn 2 ár).
• Skjalprógvaðan námsfrøðiligan førleika og royndir at undirvísa, eitt nú frá skeið, útbúgving og/ella arbeiðsroyndir.
• Kropsligan førleika at gjøgnumføra verkliga partin av útbúgvingini.
Starvið er tímalønt og undirvíst verður skiftandi tíðir, og eftir avtalu millum instruktør og kunda. Instruktørprógvið er galdandi í fimm ár, og verður sáttmáli skrivaður fyri hetta tíðarskeið.
UMSÓKN
Umsóknir við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til starv@redcross.fo í seinasta lagi mikudagin 26. januar.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til skrivstovuna hjá Reyða Krossi gerandisdagar millum kl. 10 og 15 á tlf. 283630/788870.

Les meira um Reyða Kross á https://redcross.fo/

May be an image of 3 fólk og innandura
Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna