Sjálvgreiðslan
Skriva út
NÁM
Lagt út: 21.11.21
Umsóknarfreist: 05.12.21

Deildarleiðari til Próvstovuna

Søkt verður eftir dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum deildarleiðara at standa á odda fyri Próvstovuni.

Ábyrgd og uppgávur
Deildarleiðarin skal, saman við stjóranum í Námi, mynda Próvstovuna á ein sannførandi hátt, virka fyri góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi og skipa alt praktiskt virksemi í Próvstovuni.

Høvuðsuppgávur eru m.a.:

  • ábyrgd av samskipan av arbeiðsuppgávunum á Próvstovuni
  • skipa fyri próvtøkum, landsroyndum og Pisa-kanningum
  • at fremja menning av royndum og próvtøkum, bæði í fakligum, námsfrøðiligum og talgildum høpi
  • síggja til, at royndir og próvtøkur eru í samsvari við galdandi regluverk
  • tryggja, at uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi
  • fylgja við fíggjarligu gongdini á Próvstovuni innan starvsøkið

Førleikar
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.

Aðrir førleikar, sum dentur verður lagdur á:

  • góðan kunnleika til próvtøkuøki í skúlaverkinum
  • starvsroyndir, antin í fólkaskúla ella miðnámi
  • royndir í próvtøkuføring í skúlaverkinum
  • góð samstarvsevni og at kunna arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum, enskum og norðurlendskum

Leiðsluútbúgving og fyrisitingarligar royndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum, kunnu vera ein fyrimunur.

Løn og setanartreytir
Setanar- og lønartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og  avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti á eydun@nam.fo og skal vera Námi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. desember 2021. Starvið verður sett 1. januar 2022.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Eyðun Gaard, stjóra, á tlf. 555150 ella við at senda teldpost á eydun@nam.fo.

 -----

Próvstovan er deild í Námi undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum.

https://provstovan.fo/ 

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna