Sjálvgreiðslan
Skriva út
J&K Petersen
Lagt út: 17.11.21
Umsóknarfreist: 05.12.21

Bókhaldari til J & K Petersen

Vit sóknast eftir einum royndum bókhaldara til fíggjardeild okkara at byrja 1. januar 2022 ella skjótast gjørligt.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur drúgvar royndir innan vanligt bókhald og lønaravgreiðlsu, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við Navision og LøttLøn.

Vit ynskja ein bókhaldara, sum er fleksibul, sjálvstøðugur og samstarvssinnaður.

Um starvið
Á fíggjardeildini, sum eisini tekur sær av øðrum vanligum skrivstovuarbeiði, starvast í løtuni 5 fólk. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og verða tær ofta loystar í felag í tøttum samstarvi við fíggjarleiðara og hini starvsfólkini á deildini.

Afturat vanligum bókhaldsarbeiði kann væntast annað fyrisitingarligt arbeiði.

Talan er í fyrstu syftu um eitt avloysarastarv í eitt ár, men avtala um fast starv kann gerast, um rætti viðkomandi verður funnin.

Treytir
Lønin verður avtalað við leiðsluna og ásett eftir førleikum og royndum.

Umsóknarfreistin er sett til sunnudagin 5. des 2021. Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið kann ringjast til Per Kallsberg, tlf 585008. Umsóknir skulu sendast til: starv@jkp.fo

Um J & K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna