Sjálvgreiðslan
Skriva út
Posta
Lagt út: 07.01.22
Umsóknarfreist: 23.01.22

Bilførari

Bilførari

Dámar tær væl at koyra bil? Og vilt tú gerast partur av einum góðum toymi á koyrideildini, sum hvønn dag arbeiðir fyri at fáa vøru, góðs og annan flutning trygt og skjótt fram til móttakaran? So hevur Posta kanska eitt starv til tín.

Vit hava nógv at gera og vit leita tí eftir einum bilførara til fulla tíð. Tú fært ein ferðmiklan og spennandi gerandisdag við skiftandi arbeiðstíðum. Á koyrideildini starvast 17 dugnalig fólk.

Um teg
Tú ert kundavinalig/ur, og hevur eyga fyri góðari tænastu. Tú ert ágrýtin, jalig/ur og skipað/ur í tínum arbeiðslagi. Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini samstundis. Starvsroyndir sum bil- og trukkførari eru ein fyrimunur. Tú vilt lyfta í felag, og eisini megnar tú at lyfta sjálvstøðugt. 

  • Tú hevur stóra koyrikortið og koyrikort til trukk er ein fyrimunur.
  • Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.
  • Starvsroyndir við líknandi arbeiði eru ein fyrimunur.

Talan er um starv á fulla tíð. Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið. Vit ynskja, at tú byrjar skjótast gjørligt.

Umsókn
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jónhard Johannesen, leiðara á koyrideildini, á tlf. 236020 ella við telduposti. Umsókn skal sendast til jonhard@posta.fo

Freistin at søkja er 23. januar

Um Posta
Posta røkkur í hvønn krók í landinum hvønn dag. Posta fevnir um eini 120 ársverk, 60 bilar, eina árliga sølu upp á umleið 125 mió. kr. Harumframt hevur Posta tvær deildir í Danmark.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á als.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á als.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna