Sjálvgreiðslan

Lóg og kunngerðir

ALS-lógin

LØGTINGSLÓG 
nr. 113 frá 13. Juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 7. apríl 2020
(ALS-lógin) (1)

Kapittul 1

Endamál og inntøkur
§ 1. Arbeiðsloysisskipanin hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.
Stk. 2. (2) Avtala kann gerast millum avvarðandi landsstýrismann og stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina um, at Arbeiðsloysisskipanin kann taka á seg aðrar uppgávur, sum hava samband við arbeiðsmarknaðin.

§ 2. Inntøkur stovnsins verða útvegaðar við gjøldum frá teimum, sum taka ímóti A-inntøku, teimum sum rinda A-inntøku, gjøldum frá sjálvstøðugt vinnurekandi og frá persónum, sum hava teknað sjálvbodnar skipanir.

2 a. (2) Inntøkur og útreiðslur stovnsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.

Kapittul 2

Leiðsla og fyrisiting
§ 3. At sita fyri og hava ábyrgdina av arbeiðsloysisskipanini, verður stýri valt. Stýrið setur stjóra at hava dagligu leiðsluna um hendi.

§ 4. Stýrið hevur 7 limir, sum verða valdir av landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum. 3 limir skulu umboða løntakarafeløgini og verða valdir eftir uppskoti frá løntakarafeløgunum, 1 umboðandi løntakarafeløgini hjá tímaløntum, 1 umboðandi feløgini hjá fiski- og útróðrarmonnunum og 1 limur umboðandi lønir hjá starvsfólkum. 2 limir skulu umboða privatu arbeiðsgevararnar og verða valdir eftir uppskoti frá arbeiðsgevarafeløgunum, meðan 1 limur skal umboða hitt almenna sum arbeiðsgevara. 7. limurin er formaður.
Stk. 2. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í stýrinum, tá stýrislimi berst frá.
Stk. 3. Limirnir verða valdir fyri 4 ár í senn, tó so, at stýrislimur verður sitandi til nýggjur limur verður valdur.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum ásetir í kunngerð nærri reglur um val av stýri.
Stk. 5. Stýrið ásetir í starvsskipan greiniligar reglur fyri starvið.

§ 5. (2) Roknskaparárið er álmanakkaárið. Roknskaparførslan skal fylgja ásetingunum í ársroknskaparlógini við slíkum tillagingum, ið mettar vera neyðugar, løgtingslógini um bókhaldsskyldu og kunngerð um minstukrøv til bókhald og roknskap. Um stýrið góðkennir ásetingarnar, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur um roknskaparførsluna. Roknskapurin verður almannakunngjørdur.
Stk. 2. (2) Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum stýrið velur fyri eitt ár í senn.
Stk. 3. (2) Landsstýrismaðurin fær roknskapin frá Arbeiðsloysisskipanini.

§ 6. Arbeiðsloysisskipanin verður teknað av stýrisformanni ella stjóra. Stýrið kann veita umboðsfulltrú.

Kapittul 3

Gjald til arbeiðsloysisskipanina
§ 7. Gjaldsskyldugir til Arbeiðsloysisskipanina eru

  1. allir persónar, sum móttaka A-inntøku og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
  2. øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum.

Stk. 2. (3) (4) Persónar, sum eftir løgtingslóg um almannapensjónir fáa hægstu fyritíðarpensjón, verða undantiknir frá gjaldskyldu, sbr. § 8 a.

§ 8. (3) (2) (4) Gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina, í hesi lóg nevnt ALS-gjaldið, verður roknað av øllum A-inntøkum, sum teir gjaldsskyldugu móttaka ella rinda, tó undantikið:

  1. fólka- og fyritíðarpensjón,
  2. aðrar skattskyldugar almannaveitingar, umframt aðrar veitingar, sum sambært lóg ikki verða skattaðar sum A-inntøka, undantikið endurgjald fyri inntøkumiss sbrt. § 17, stk. 3, í forsorgarlógini,
  3. A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini og undir FAS-líknandi skipan, sum gevur rætt til afturbering av skatti til reiðaran.
  4. Tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. ”lov om børns retsstilling”, sbr. § 8a.

Stk. 2. (2) (4) Tryggingartakarin kann í mesta lagi rinda ALS-gjald av kr. 650.000 samsvarandi ásetingunum í § 9.
Stk. 3. (2) Persónar, sum hava tíðaravmarkað uppihalds- og arbeiðsloyvi, kunnu eftir umsókn verða undantiknir gjaldskylduni fyri upp til eitt ár í senn. Undantøkan frá gjaldskylduni tekur við tann dagin, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn um undantøku.

§ 8 a. (3) Undantøka frá gjaldskyldu eftir § 7, stk. 2, og undantøka eftir § 8, nr. 4, verður veitt eftir umsókn til Arbeiðsloysisskipanina. Undantøkan frá gjaldskylduni tekur við tann dagin, Arbeiðsloysiskipanin hevur fingið skrivliga umsókn um undantøku.

§ 9. ALS-gjaldið hjá teimum gjaldsskyldugu er 2,50% av tí í § 8 nevnda gjaldsgrundarlagi, tó 2,25 % frá 1. januar 1998.
Stk. 2. (2) ALS-gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum teir gjaldskyldugu rinda ella móttaka A-inntøku. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð seta aðra gjaldsfreist fyri gjaldskyldug sambært § 7, stk. 1, nr. 2. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta avgreiðslugjald fyri teir arbeiðsgevarar, sum ynskja at rinda ALS-gjald eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini. Áðrenn lønin verður útgoldin løntakara, skal inngjaldið til Arbeiðsloysisskipanina avroknast.
Stk. 3. (2) Rinda tey gjaldskyldugu ikki rættstundis, skal renta rindast við 1 % fyri hvønn byrjaðan mánað. ALS-gjøld, avgreiðslugjøld, renta og møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum kunnu krevjast inn við panting
Stk. 4. (2) (5) Stýrið kann við kunngerð broyta tað í stk. 1 nevnda ALS-gjald, tó ongatíð til hægri enn 2,5 % og ikki hægri enn 2,25 % frá 1. januar 1998.

§ 10. (1) Arbeiðsloysisskipanin rindar fyri ta umsiting, sum TAKS ger fyri skipanina.

§ 11. (5) Stýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur um ALS-gjøld.

Kapittul 4

Sjálvstøðug vinnurekandi/Sjálvboðin trygging
§ 12. Tey, sum hava inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugt vinnurekandi, kunnu sjálvboðin tekna arbeiðsloysistrygging fyri hesa inntøku.
Stk. 2. (2) ALS-gjaldið hjá sjálvstøðugt vinnurekandi og útgjaldið til sjálvstøðugt vinnurekandi, sum eru vorðin arbeiðsleys, verða, um stýrið tekur undir við ásetingunum, í kunngerð ásett av landsstýrismanninum sum fastar upphæddir.
Stk. 3. (2) ALS-gjøld sbrt. stk. 2 kunnu krevjast inn við panting.
Stk. 4. Um tryggingartakari er í eftirstøðu og Arbeiðsloysisskipanin hevur sent honum áminning við boðum um at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir at áminningin er send, og eftirstøðan framvegis ikki er goldin, fer tryggingin úr gildi.
Stk. 5. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin sjálvstøðugt vinnurekandi hevur rætt til útgjald.
Stk. 6. (2) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta nærri reglur um, hvør er sjálvstøðugur vinnurekandi, nær hin sjálvstøðugt vinnurekandi er arbeiðsleysur, herundir nær vinnuvirki hansara er hildið uppat, um inngjøld, avgreiðslugjøld og rentu fyri ov seint rindað inngjøld, hvørjar upplýsingar hin sjálvstøðugt vinnurekandi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, nær teir skulu verða latnir, og áseta freist fyri at lata hesar upplýsingar o.l.

§ 12 a. (6) Rætt til stuðul hevur sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki fær rikið sítt virksemi vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 kring heimin, og sum teknar trygging móti missi av inntøku av hesum virksemi, tá viðkomandi:

  1. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
  2. hevur bústað í Føroyum.

Stk. 2. (7) Stuðulin er 115,38 kr. um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðulin verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar. Stuðulin kann tó ikki vera hægri enn tann skattskylduga inntøkan, tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur vunnið rætt til í miðal hvørja viku seinasta 12 mánaðar tíðarskeiðið fyri 12. mars 2020.
Stk. 3. (7) Sjálvstøðugur vinnurekandi, sum bæði hevur rætt til stuðul eftir hesi grein og til ískoyti eftir § 14 a, hevur tilsamans einans rætt til 115,38 kr. um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna.
Stk. 4. (7) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð tryggingargjaldið, reglur um inngjald, útgjald, undir hesum útgjaldsdagar, útgjaldskeið, hvørjar upplýsingar hin sjálvstøðugt vinnurekandi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o.tíl. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta, í hvønn mun hin sjálvstøðugt vinnurekandi kann hava A-inntøku, samstundis sum hann fær stuðul, og hvussu stuðulin skal skerjast í mun til hesa inntøku og nærri reglur í hesum sambandi.
Stk. 5. (7) Ásetingarnar í §§ 14-25 b eru ikki galdandi fyri teir í stk. 1 tilskilaðu persónar. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta frávik frá øðrum lógargreinum í løgtingslógini, um hetta gerst neyðugt.

§ 13. (2) (5) Stýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava møguleika at koma undir Arbeiðsloysisskipanina, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir arbeiðsávísingina. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta nærri reglur um inngjald, útgjald, nær hesir persónar eru arbeiðsleysir, tøkir, o. l.

Kapittul 5

Útgjald

§ 14. (2) (4) Rætt til arbeiðsloysisstuðul hevur persónur frá tí degi, tá viðkomandi:

  1. er arbeiðsleysur og mótvegis Arbeiðsloysisskipanini prógvar, at so er, tó í fyrsta lagi frá tí degi Arbeiðsloysisskipanin hevur móttikið skrivliga umsókn,
  2. er tøkur á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsførur at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv,
  3. er sinnaður at luttaka í arbeiðsmarknaðarátøkum, sbrt. §§ 25-25 b,
  4. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
  5. hevur bústað í Føroyum og
  6. ikki er sjálvstøðugt vinnurekandi sambært § 12, stk. 6.

Stk. 2. (5) Arbeiðsleys kunnu tó fáa stuðul uttan at vera tøk í dagatal svarandi til teir dagar, persónur hevur rætt til frítíð eftir løgtingslógini um frítíð við løn. Stýrið ásetir í kunngerð nærri reglur um fráboðanarfreist v.m.
Stk. 3. (5) Arbeiðsleys kunnu í styttri tíðarskeiði, við loyvi frá Arbeiðsloysisskipanini, sleppa undan treytini at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum og samstundis fáa arbeiðsloysisstuðul. Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina ásetir í kunngerð nærri reglur um longdina á tíðarskeiðnum, umframt treytirnar annars.
Stk. 4. (2) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta nærri reglur um, nær ein persónur er arbeiðsleysur, er tøkur, nær hann er arbeiðsførur o. l.

§ 14 a. (6) (7) Rætt til ískoyti til løn hevur persónur, sum er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, frá tí degi, tá viðkomandi:

  1. er heimsendur av arbeiðsgevara vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðingini av COVID-19 kring heimin, og av hesi orsøk ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst,
  2. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
  3. hevur bústað í Føroyum.

Stk. 2. Ískoytið er 115,38 kr. um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið verður veitt í sama lutfalli, sum starvsskyldan minkar. Ískoytið kann tó ikki verða hægri enn tann vikuløn, persónurin í miðal hevði rætt til í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2020 til 12. mars 2020 sambært tágaldandi starvsavtalu við arbeiðsgevara.
Stk. 3. Persónur, sum bæði hevur rætt til ískoyti eftir hesi grein og rætt til stuðul eftir § 12 a, hevur tilsamans einans rætt til 115,38 kr. um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna.
Stk. 4. Tó er ískoyti til lærlingar og onnur undir útbúgving sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar í mesta lagi tann vikuløn, sum viðkomandi hevur rætt til sambært galdandi sáttmála og ískoyti til yrkisleikarar og venjarar í føroyskum ítrótti í mesta lagi tann vikuløn, sum viðkomandi hevur rætt til sambært galdandi sáttmálum millum viðkomandi og avvarðandi limasamband ella limafelag undir ÍSF.
Stk. 5. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur um útgjald, undir hesum útgjaldsdagar, útgjaldskeið, hvørjar upplýsingar arbeiðsgevari og starvsfólk skulu lata Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o.tíl. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta, í hvønn mun starvsfólk kann hava aðra inntøku, samstundis sum tað fær stuðul, og hvussu stuðulin skal skerjast í mun til hesa inntøku og í mun til frítíðarløn, sum starvsfólkið fær, og nærri reglur í hesum sambandi.
Stk. 6. Ásetingarnar í § 14 og §§ 15-25 b eru ikki galdandi fyri teir í stk. 1 tilskilaðu persónar. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta frávik frá øðrum lógargreinum í løgtingslógini, um hetta gerst neyðugt.

§ 15. (3) (2) (4) Útrokningargrundarlagið er móttikna A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið er staðfest. Upp í útrokningargrundarlagið verður ikki roknað:

  1. fólka- og fyritíðarpensjón,
  2. aðrar skattskyldugar almannaveitingar undantikið endurgjald fyri inntøkumiss sbrt. § 17, stk. 3, í forsorgarlógini,
  3. A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, umframt undir FAS-líknandi skipanini, sum gevur rætt til afturbering av skatti til reiðaran og
  4. tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. lóg um rættindi barnanna,í tann mun, nevndu inntøkur eru undantiknar gjaldskyldu sambært § 8a.

Stk. 2. (2) Tann, sum fyrr hevur verið arbeiðsleysur og ikki hevur verið úr skipanini í 12 mánaðir, hevur tó tað seinast nýtta útrokningargrundarlagið, um hetta er hægri enn útrokningargrundarlagið, tá hesin aftur gerst arbeiðsleysur.
Stk. 3. (2) Hjá persóni, sum fer úr arbeiði í skúla ella í læru, sum í mesta lagi er ásett at vara 12 mánaðir, verður útrokningargrundarlagið tann í stk. 1 lýsta inntøka seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn viðkomandi fór í skúla ella í læru, um hetta er hægri enn roknaða útrokningargrundarlagið eftir stk. 1. Sama regla er galdandi hjá persóni, sum fer í vinnu uttanlands.
Stk. 4. (2) Útrokningargrundarlagið sbrt. stk. 1 hjá arbeiðsleysum á fiskavirkjum sbrt. § 20 verður roknað fyrstu ferð fyrsta dag í tí vikuni, tá hin arbeiðsleysi fyrstu ferð fær útgjald úr fiskavirkisskipanini. Útrokningargrundarlagið verður harumframt roknað av nýggjum tann 1. januar á hvørjum ári. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ongantíð verða lægri enn tað fyrsta útrokningargrundarlagið, sbr. Stk. 1.

§ 16. (3) (2) (8) Arbeiðsloysisstuðul pr. dag er 75% av tí í § 15 nevnda útrokningargrundarlagi, býtt við 253. Útgoldið verður fyri allar dagar í árinum við undantaki av leygar-, sunnu-, og halgidøgum.
Stk. 2. (2) (8) (1) Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi kr. 210.000. Frádrigin hesi upphædd verða egnar tænastumannapensjónir, umframt aðrar líknandi eftirlønir, sum verða skattaðar sum A-inntøka, tó ikki fyritíðarpensjónir. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við 253. Arbeiðsloysisstuðulin um tíman er í mesta lagi hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul, býttur við 8.
Stk. 3. (2) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur um útgjald, herundir útgjaldsdagar, útgjaldskeið, hvørjar upplýsingar hin arbeiðsleysi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o. l.
Stk. 4. (2) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð um í hvønn mun hin arbeiðsleysi kann hava aðra inntøku, samstundis sum hann fær arbeiðsloysisstuðul, og hvussu stuðulin skal skerjast í mun til hesa inntøku og í mun til frítíðarløn, sum tann arbeiðsleysi fær, og nærri reglur í hesum sambandi.

§ 16 a. (8) (4) Arbeiðsloysisstuðul verður ikki goldin, fyrr enn teir í stk. 2 nevndu bíðidagar eru farnir.
Stk. 2. (4) Er útrokningargrundarlagið sambært § 15 kr. 250.000 ella minni, verða tveir bíðidagar roknaðir. Fyri hvørjar heilar kr. 100.000 útrokningar grundarlagið hækkar, hækka bíðidagarnir við tveimum bíðidøgum.
Stk. 3. (4) Mynstrar persónur, sum fær útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini, við skipi, og mynstringin er styttri enn ein mánað, verður ikki roknað við bíðidøgum.
Stk. 4. (4) Roknast kunnu í mesta lagi 10 bíðidagar.

§ 17. (2) (Strikað).

§ 18. (2) (4) Arbeiðsleysur, sum er burturvístur orsakað av tænastubroti, missir samstundis rættin til stuðul í 8 vikur at rokna frá tí degi, setanarliga tilknýtið hansara til arbeiðsgevaran er av. Sama er galdandi, um so er, at hin arbeiðsleysi uttan haldgóða grund hevur sagt seg úr starvi. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur um, nær talan er um haldgóða grund o. l.

§ 19. (2) (9) (4) Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk noktar at luttaka í arbeiðsmarknaðarátaki, sbrt. §§ 25-25 b, ella at taka á seg arbeiði, ávíst av arbeiðsávísingini, missir rættin til arbeiðsloysisstuðul, sbr. tó 2. pkt. Fyrstu ferð tann arbeiðsleysi noktar, sum nevnt í 1. pkt., missir hann rættin til arbeiðsloysisstuðul í 4 vikur, aðru ferð í 8 vikur, triðju ferð í 12 vikur og fjórðu ferð í 6 mánaðir at rokna frá degnum eftir, at fráboðanin um luttøku í arbeiðsmarknaðarátaki avikavist arbeiðstilboðið má roknast við at vera móttikin av tí arbeiðsleysa.
Stk. 2. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur fyri, nær talan er um serliga orsøk o.l..

§ 19 a. (9) Um arbeiðsleysur uttan serliga orsøk ikki møtir upp til skeiðstilboð, sum hann hevur fingið bjóðað frá Arbeiðsloysisskipanini og hevur tikið av, hevur viðkomandi skyldu at endurrinda arbeiðsloysisskipanini útreiðslurnar, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur havt til skeiðið. Í tann mun tað ber til, er heimilað Arbeiðsloysisskipanini at mótrokna hesar útreiðslur í arbeiðsloysisstuðli til viðkomandi.
Stk. 2. (4) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur fyri, nær talan er um serliga orsøk o.l.

§ 20. (2) Fyri arbeiðsleys á fiskavirkjum, verður arbeiðsloysisstuðul roknaður eina ferð um vikuna frá og við 9. arbeiðsloysistíma. Fyri arbeiðsleys, sum sambært avtalu ikki arbeiddi fulla tíð, verður arbeiðsloysisstuðul roknaður við einum lutfalsligum lægri tímatali. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð, hvørji fiskavirki koma undir hesa reglu og undir hvørjum treytum, hvørjir persónar koma undir hesa reglu og undir hvørjum treytum, útgjald, herundir útgjaldsdagar, útgjaldskeið og um skipanina annars, herundir hvørjar upplýsingar skulu gevast Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o.l.

§ 20 a. (2) Fyri fiskimenn, sum eru við fiskiskipum, sum hava veiðiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og sum verða løgd vegna umvælingar, verður arbeiðsloysisstuðul goldin eftir 30 dagar, frá tí at skipið varð lagt, hóast setanarliga tilknýtið millum fiskimannin og reiðaríið ikki er av. Goldið verður í mesta lagi fyri 60 útgjaldsdagar. Fyri hvørjar kr. 1.000,-, sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanninum fer upp um upphæddina, nevnda í § 16, stk. 2, minkar útgjaldið við 0,5 prosentstigum.
Stk. 2. (2) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð, hvørjir fiskimenn koma undir hesa reglu, og undir hvørjum treytum, hvørjar umvælingar talan skal vera um, útgjald, herundir útgjaldsdagar, útgjaldskeið, og um skipanina annars, herundir hvørjar upplýsingar skulu gevast Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar, og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o. l.

§ 21. (2) (4) (Strikað).

§ 22. (2) (4) Rætturin til útgjald fellur burtur, tá arbeiðsleysur í undanfarna 4-ára skeiði hevur fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan í 648 dagar.
Stk. 2. (2) Hóast viðkomandi ikki hevur fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan í tí í §§ 18 og 19 nevnda tíðarskeiði, veður tað í §§ 18 og 19 nevnda tíðarskeiði talt við í tað í stk. 1 nevnda tíðarskeiði.

§ 23. Tá rætturin er fallin burtur sambært § 22, hevur hin arbeiðsleysi ikki rætt at fáa útgjald úr skipanini fyrr enn eitt 24-mánaða skeið er farið, og verður tá at meta sum um hann kemur uppí skipanina fyrstu ferð.

Kapittul 6

Arbeiðsávísing og arbeiðsmarknaðarátøk (4)
§ 24. (2) Arbeiðsloysisskipanin umsitur arbeiðsávísing fyri arbeiðsleys og onnur, sum ynskja at vera skrásett á arbeiðsávísingini. Rætturin til fáa útgoldið stuðul eftir §§ 14 og 21 er treytaður av, at viðkomandi er skrásettur í arbeiðsávísingini. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð, í hvønn mun og undir hvørjum treytum onnur, sum ynskja tað, kunnu verða skrásett í arbeiðsávísingini.
Stk. 2. Allar Føroyar eru at rokna sum ein arbeiðsmarknaður í sambandi við arbeiðsávísing.
Stk. 3. Ikki er loyvt at seta fakmørk fyri arbeiðsávísing, burtursæð frá neyðugum førleika.
Stk. 4. 5 Stýrið ger í kunngerð nærri reglur um virkið hjá arbeiðsávísingini, sum m.a. kunnu stovnseta lokalar arbeiðsávísingar.

§ 25. (2) (4) Persóni, sum er arbeiðsleysur, kann verða álagt at luttaka í arbeiðsmarknaðarátøkum, sbr. stk. 3 og 4, og §§ 25 a og 25 b.
Stk. 2. (4) Arbeiðsmarknaðarátøk skulu styrkja og menna hin einstaka og økja um møguleikarnar fyri at koma aftur í arbeiði.
Stk. 3. (4) Arbeiðsmarknaðarátøk eru m.a.:

  1. samrøður,
  2. lønt starvsvenjing, sbr. § 25 b,
  3. ALS farloyvi, sbr. § 25 a,
  4. ólønt starvsvenjing,
  5. skeið og førleikagevandi tiltøk,
  6. arbeiðsgevaravitjanir,
  7. samfelagsgagnligar verkætlanir,
  8. útbúgvingar styttri enn 3 mánaðir.

Stk. 4. (4) Nærri reglur um arbeiðsmarknaðarátøk verða ásettar í kunngerð frá landsstýrismanninum, og eftir góðkenning frá stýrinum fyri ALS, heruppií reglur um innihald, persónskara, skipan av átøkunum, nær og undir hvørjum treytum ein persónur skal luttaka í arbeiðsmarknaðarátøkunum o.a.

§ 25 a. (4) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur um útgjaldingar til fólk í farloyvi frá føstum ella støðugum starvi, herundir at útgjaldið kann vera lægri, enn ásett í §§ 15 og 16, hvørjar treytir skulu setast tí, ið fer í farloyvi, og tí arbeiðsleysa, m.a. hvussu tann, ið fer í farloyvi, skal skrásetast í arbeiðsávísingini, hvussu leingi hin arbeiðsleysi skal hava fingið stuðul, umframt nærri reglur um, nær talan er um fast ella støðugt starv, o.tíl.
Stk. 2. Útgjald undir farloyvi kann verða givið fyri eitt ávíst tíðarskeið millum 3 og 12 mánaðir.
Stk. 3. Útgjald undir farloyvi skal verða givið við teirri treyt, at annað fólk, sum fær arbeiðsloysisstuðul og er tøkt í arbeiðsávísingini, verður sett í staðin í sama tíðarskeiði og í høvuðsheitum undir somu treytum.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1–3 verða ikki nýttar, um arbeiðsloysið er undir 6%.

§ 25 b. (4) Fyri átøk viðvíkjandi arbeiðsvenjingum hjá privatum ella almennum arbeiðsgevarum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð eftir góðkenning frá stýrinum hjá ALS reglur um, undir hvørjum treytum Arbeiðsloysisskipanin í sambandi við slík tiltøk endurrindar arbeiðsgevaranum tann stuðul, hin arbeiðsleysi annars hevði havt rætt til, og møguligar aðrar útreiðslur.

Kapittul 7

Kærur

§ 26. (2) Avgerðir, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið viðvíkjandi arbeiðsloysi, kunnu kærast til kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Avgerðir hjá kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu skjótast inn fyri Føroya Rætt. Freistin hjá Arbeiðsloysisskipanini at skjóta mál inn fyri Føroya Rætt er innan 6 mánaðir eru farnir frá, at Arbeiðsloysisskipanin er kunnað um avgerðina.
Stk. 2. (2) Ummæli frá arbeiðsloysisskipanini til kærunevndina skal verða avgreitt innan 4 vikur. Kærunevndin kann í serligum førum leingja freistina at geva ummæli.
Stk. 3. Kærunevndin hevur 3 limir, ein umboðandi løntakarar, ein umboðandi arbeiðsgevarar og ein formann, ið skal vera løgfrøðingur. Limirnir verða valdir av landsstýrinum fyri 4 ár í senn, tó so at nevndarlimur verður sitandi til nýggjur er valdir.
Stk. 4. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í nevndini, tá limi berst frá.

Kapittul 8

Reglur annars

§ 27. (2) Til umsiting og eftirlit eftir hesi lóg kann Arbeiðsloysisskipanin útvega sær allar upplýsingar frá TAKS og øðrum myndugleikum.
Stk. 3. (2) Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu at geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, skipanin biður um í sambandi við umsiting og eftirlit.

§ 28. (2) Hevur arbeiðsleysur givið Arbeiðsloysisskipanini skeivar upplýsingar, ella tagt um umstøður, sum hava havt týdning fyri arbeiðsloysisstuðulin, ella annars móti betri vitandi móttikið stuðul uttan at hava rætt til tess, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar frá tí arbeiðsleysa.
Stk. 2. Hevur arbeiðsgevari medábyrgd av at skeivar upplýsingar eru givnar, ella at tagt er um umstøður, sum hava havt týdning fyri arbeiðsloysisstuðulin, liggur afturgjaldsskyldan eisini á honum.
Stk. 3. (2) Afturgjalding av skuld eftir stk. 1 og stk. 2 kann fara fram við mótrokning í øðrum krøvum, viðkomandi hevur mótvegis Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 4. (2) Upphæddir, sum verða kravdar inn eftir hesi grein, fella til gjaldingar ein mánað eftir, at krav er sett fram. Krøv sambært hesi grein, umframt møguligur innkrevjingarkostnaður av hesum, kunnu krevjast inn við panting.
Stk. 5. (2) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta smámunarmark í sambandi við innkrevjing av ov nógv útgoldnum stuðli.

§ 29. Um ikki strangari revsing er ásett sambært lóggávu annars, verður hann revsaður við sekt ella hefti, sum sambært hesi lóg gevur skipanini skeivar ella misvísandi upplýsingar.
Stk. 2. Er lógarbrotið framt av einum partafelag, lutafelag ella líknandi, kann áleggjast felagnum sektarábyrgd.

§ 30. Stýrið kann eftir nærri ásettum reglum gera gjaldsavtalur, herundir avskriva krøv, tá útlit ikki eru at fáa allan peningin frá skuldaranum.

§ 31. (3) Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann eftir ummæli frá stýrinum gera sáttmála við onnur lond um arbeiðsloysistrygging.
Stk. 2. (3) Landsstýrismaðurin kann eftir ummæli frá stýrinum áseta nærri reglur um arbeiðsloysistrygging v.m. fyri teir persónar, sum fevndir eru av sáttmálum sambært hesi grein, heruppií fyri hesar persónar áseta reglur, sum víkja frá ásetingunum í kap. 3-5 í hesi lóg.

§ 32. Henda lóg kemur í gildi tann 1. juli 1997 og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing við seinni broytingum, tó fer § 2, stk. 2 (10), í hesi lóg ikki úr gildi fyrr enn 01.05.2002.

____________________

(1) Broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 20. desember 2016.
(2) Broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 fáa broytingarnar í § 22, stk. 1 ikki gildi fyrr enn 1. januar 2010. Stk. 3. Fram til 1. januar 2010 verður § 22, stk. 1 orðað soleiðis: “§ 22. Rætturin til útgjald fellur burtur, tá arbeiðsleysur í undanfarna 3-áraskeiði hevur fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan í 723 dagar.” Stk. 4. Tey, sum eru í Arbeiðsloysisskipanini og fáa arbeiðsloysisstuðul, tá lógin kemur í gildi, fáa útroknað nýtt útrokningargrundarlag sambært § 15, og verður nýggja útrokningargrundarlagið roknað av móttiknu A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn lógin kom í gildi. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ikki verða lægri enn útrokningargrundarlagið, áðrenn henda lógin kom í gildi.”
(3) Broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001.
(4) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 22. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá fyrsta degnum í fyrsta útgjaldsskeiðnum, eftir at lógin er kunngjørd. Stk. 2. Undanfarna skeiðið, sum ásett í § 1, nr. 11, verður longt við einum útgjaldsskeiði fyri hvørt útgjaldsskeið í eitt ár.”
(5) Sambært løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009 § 1., nr. 33: “Allastaðni í lógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, har tað er latin stýrinum heimild at áseta reglur í kunngerð, verður heimildin latin landsstýrismanninum, treytað av, at stýrið góðkennir ásetingarnar.”
(6) Broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 30. juni 2020.
(7) Broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 7. apríl 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 30. juni 2020. Stk. 2. Løgtingslógin er galdandi fyri útgjaldsskeið sbrt. § 12 a og § 14 a í løgtingslógini frá og við 20. apríl 2020.
(8) Broytt við løgtingslóg nr 45 frá 8. mai 2012. “Stk. 2. Frá fyrsta útgjaldsskeiði eftir, at lógin er sett í gildi, verða øll, sum eru arbeiðsleys, og sum verða arbeiðsleys eftirfylgjandi, roknað av nýggjum samsvarandi hesi lóg.
(9) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 17. mai 2011.
(10) § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992, sum seinast broytt við § 1, nr. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 09. mai 1997* er soljóðandi: “Landsstýrinum verður landskassans vegna heimilað at veðhalda fyri láni, sum verður lænt arbeiðsloysisskipanini til afturgjalding av láni til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin sambært løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn. Lánið verður uppá 73.247.009,- kr. Afturgjaldstíðin verður 5 ár, avdráttirnir skulu falla mánaðarliga, fyrstu ferð 1. mai 1997 og rentan verður 6% p.a. * § 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 1997 er soljóðandi: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó fær § 1, nr. 2 gildi frá 1. januar 1997. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing við seinni broytingum úr gildi og løgtingslóg nr. 23 frá 04.03.1994 um veðhald fyri láni til Arbeiðsloysistryggingina og Arbeiðsávísingina.

Kunngerð: Persónar á privata arbeiðsmarknaðinum

KUNNGERÐ
um útgjald til persónar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

Við heimild í § 14 a, stk. 4 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:

Fevnd
§ 1. Fevndir av hesi kunngerð eru arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum senda starvsfólk heim orsakað av COVID-19, og tey starvsfólk, sum hesir arbeiðsgevarar senda heim av somu orsøk.
Stk. 2. Tað er ein treyt, at starvsfólkið framhaldandi er í starvi hjá arbeiðsgevaranum, hóast arbeiðsskyldan heldur uppat heilt ella partvíst.

Rætt til lønarískoyti
§ 2.
Rætt til lønarískoyti hevur persónur, sum:

  1. er í starvi hjá privatum arbeiðsgevara,
  2. av arbeiðsgevaranum er sendur heim heilt ella partvíst orsakað av COVID-19,
  3. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
  4. hevur bústað í Føroyum.

Umsókn o.a.
§ 3.
Fyri at starvsfólkið skal koma undir hesa skipan, skal arbeiðsgevarin fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at arbeiðsgevarin hevur sent starvsfólkið heim.
Stk. 2. Starvsfólkið hevur skyldu til at fara til arbeiðis eftir tørvi og boðum arbeiðsgevarans. Arbeiðsgevarin boðar Arbeiðsloysisskipanini frá broytingum í arbeiðsskylduni hjá starvsfólkinum.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at starvsfólkið við sínari undirskrift váttar, at upplýsingarnar, sum eru í umsóknarblaðnum, eru rættar.
Stk. 4. Í serligum førum kann Arbeiðsloysisskipanin víkja frá freistini í stk. 1.

Avgreiðsla og útgjald
§ 4. Lønarískoytið sambært hesi kunngerð er 115,38 krónur um tíman fyri í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið verður veitt í sama lutfalli, sum arbeiðsskyldan minkar.
Stk. 2. Ískoytið til lønina verður útgoldið eftir hvørt útgjaldsskeið, ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um 14 álmanakkadagar og 10 útgjaldsdagar svarandi til tvær arbeiðsvikur.
Stk. 3. Ískoytið til lønina verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávíst starvsfólkinum eftir hvørt útgjaldsskeið, við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

Onnur inntøka
§ 5. Lønarískoytið kann verða skert við øðrum A-inntøkum frá arbeiði, sum starvsfólkið ikki hevði, tá tað var heimsent av sínum arbeiðsgevara, og sum eru innvunnar í útgjaldsskeiðinum.
Stk. 2. Aðrar A-inntøkur skulu upplýsast fyri Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum, og lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum.
Stk. 4. Aðrar A-inntøkur sambært stk. 1 verða umroknaðar til tímar, í hesi kunngerð nevndir arbeiðstímar, sum lønarískoyti ikki verður goldið fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í útgjaldsskeiðinum, býtt við 132,69.
Stk. 5. Um tíðarskeiðið, starvsfólkið hevur arbeitt í einum stuðulstíðarskeiði, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 4, verður lønarískoytið tó ikki goldið fyri hetta tíðarskeið.

Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 12. mars 2020.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, dagfesting

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen

 

Kunngerð: Sjálvstøðug vinnurekandi

KUNNGERÐ
um rætt til stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi í sambandi við COVID-19

Við heimild í § 12 a, stk. 3 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 18. mars 2020 og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:

Rætt at tekna trygging
§ 1. Rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugt vinnurekandi og harvið rætt til stuðul sambært hesi kunngerð hevur tann, sum:

  1. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
  2. hevur bústað í Føroyum,
  3. hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi, og
  4. ikki fær rikið sítt virksemi til fulnar vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 smittuni.

Umsókn o.a.
§ 2.
Fyri at koma undir hesa trygging skal tann sjálvstøðugi vinnurekandi fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann sjálvstøðugi vinnurekandi ikki fær rikið sítt virksemi vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 smittuni.
Stk. 2. Í sambandi við umsóknina skal tann vinnurekandi vátta at lúka treytirnar í § 1 í hesi kunngerð og § 2 í kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 3. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, ásettari í stk. 1 og stk. 3.

Inngjald
§ 3.
Gjaldið fyri tryggingina er kr. 3.000,-.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað Arbeiðsloysisskipanini, samstundis sum tryggingin verður teknað.

Útgjald
§ 4. Stuðul sambært hesi kunngerð er 115,38 krónur um tíman fyri í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðul verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar.
Stk. 2. Stuðulin sambært hesi kunngerð verður skerdur við inntøkum, sum tann sjálvstøðugi vinnurekandi vinnur sær rætt til, eftir at hann hevur fingið rætt til stuðul. Tað áliggur tryggingartakaranum at boða Arbeiðsloysisskipanini frá aðrari inntøku, tá rætturin til slíka inntøku er vunnin.
Stk. 3. Aðrar inntøkur sambært stk. 2 verða umroknaðar til tímar, í hesi kunngerð nevndir arbeiðstímar, sum stuðul ikki verður goldin fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna inntøkan í útgjaldsskeiðnum, býtt við 132,69.
Stk. 4. Um tíðarskeiðið, tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur arbeitt í einum stuðulstíðarskeiði, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 3, verður stuðul tó ikki goldin fyri hetta tíðarskeið.

Uppsøgn
§ 5.
Trygging hjá sjálvstøðugum vinnurekandi er galdandi so leingi, løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing er galdandi og í mesta lagi eitt ár frá tí degi, tryggingin er teknað.

Reglur annars
§ 6. Tann tryggjaði hevur skyldu at boða Arbeiðsloysisskipanini frá øllum broytingum í viðurskiftum, sum kunnu ávirka tryggingarviðurskiftini.

Gildiskoma
§ 7.
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 12. mars 2020.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, dagfesting


Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen

Løgtingslóg: Persónar 67 ár ella eldri

LØGTINGSLÓG
um Lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

Virkisøki
§ 1. Løgtingslógin er galdandi fyri arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum senda starvsfólk, sum eru 67 ára gomul ella eldri, heim orsakað av COVID-19, og tey starvsfólk, sum eru 67 ára gomul ella eldri, sum hesir arbeiðsgevarar senda heim av somu orsøk.
Stk. 2. Tað er ein treyt, at starvsfólkið framhaldandi er í starvi hjá arbeiðsgevaranum, hóast starvsskyldan heldur uppat heilt ella partvíst.

Rætturin til lønarískoyti
§ 2. Persónur við bústaði í Føroyum, sum hevur fylt 67 ár, og sum er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, hevur rætt til lønarískoyti frá tí degi, at viðkomandi er heimsendur av arbeiðsgevara vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa breiðan av COVID-19 kring heimin, og harvið ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst.

Umsókn o.a.
§ 3. Fyri at starvsfólkið skal koma undir hesa skipan, skal arbeiðsgevarin fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at arbeiðsgevarin hevur sent starvsfólkið heim.
Stk. 2. Starvsfólkið hevur skyldu at fara til arbeiðis eftir tørvi og boðum arbeiðsgevarans. Arbeiðsgevarin boðar Arbeiðsloysisskipanini frá broytingum í arbeiðsskylduni hjá starvsfólkinum.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at starvsfólkið við sínari undirskrift váttar, at upplýsingarnar, sum eru í umsóknarblaðnum, eru rættar.
Stk. 4. Í serligum førum kann Arbeiðsloysisskipanin víkja frá freistini í stk. 1.

Avgreiðsla og útgjald
§ 4. Lønarískoytið er 57,69 krónur um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið verður veitt í sama lutfalli, sum arbeiðsskyldan minkar. Ískoytið kann tó ikki verða hægri enn tann vikuløn, persónurin í miðal hevði rætt til í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2020 til 12. mars 2020 sambært tágaldandi starvsavtalu við arbeiðsgevara.
Stk. 2. Ískoytið til lønina verður útgoldið eftir hvørt útgjaldsskeið, ásett av Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Ískoytið til lønina verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávíst starvsfólkinum eftir hvørt útgjaldsskeið, við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

Onnur inntøka
§ 5. Lønarískoytið kann verða skert við øðrum A-inntøkum frá arbeiði, sum starvsfólkið ikki hevði, tá tað var heimsent av sínum arbeiðsgevara, og sum eru innvunnar í útgjaldsskeiðinum.
Stk. 2. Starvsfólk skal upplýsa aðrar A-inntøkur fyri Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum, og lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum.
Stk. 4. Aðrar A-inntøkur sambært stk. 1 verða umroknaðar til tímar, í hesi løgtingslóg nevndir arbeiðstímar, sum lønarískoyti ikki verður goldið fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í útgjaldsskeiðinum, býtt við 132,69.
Stk. 5. Um tíðarskeiðið, starvsfólkið hevur arbeitt í einum stuðulstíðarskeiði, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 4, verður lønarískoytið tó ikki goldið fyri hetta tíðarskeið.

Umsiting og eftirlit
§ 6. Til umsiting og eftirlit við rindan av lønarískoyti sambært hesi løgtingslóg kann Arbeiðsloysisskipanin útvega sær allar viðkomandi upplýsingar frá TAKS og øðrum myndugleikum.
Stk. 2. Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu til at geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, skipanin biður um í sambandi við umsiting og eftirlit.

Afturgjald
§ 7. Upphæddir, sum eru útgoldnar av órøttum, kunnu verða kravdar afturgoldnar sambært § 28 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

Revsing
§ 8. Um ikki strangari revsing er ásett sambært lóggávu annars, verður hann revsaður við sekt, sum sambært hesi løgtingslóg gevur skipanini skeivar ella misvísandi upplýsingar.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Kærur
§ 9. Avgerðir, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið viðvíkjandi lønarískoyti sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini sambært § 26 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

Útreiðslur
§ 10. Samlaðu útreiðslurnar fyri lønarískoyti og umsiting sambært hesi løgtingslóg verða endurrindaðar Arbeiðsloysisskipanini av landinum.

Gildiskoma
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 30. juni 2020.

Kunngerð: Skerjing í lønarískoytinum, tá løntakarin eisini hevur aðra lønarinntøku

KUNNGERÐ
um broyting í kunngerð um útgjald til persónar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Skerjing av lønarískoytinum, tá løntakarin eisini hevur aðra lønarinntøku)

§ 1
Í kunngerð nr. 26 frá 23. mars 2020 um útgjald til persónar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata areiðsmarknaðinum, sum eru heimsiendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19, verður § 5 orðað soleiðis:

"§ 5. Allar A-inntøkur skulu upplýsast fyri Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 2. Lønarískoytið fyri eitt útgjaldsskeið kann verða skert, um samlaða upphæddin av lønarískoyti og A-inntøkum, sum starvsfólk hevur vunnið rætt til frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2, nr. 2 í hesi kunngerð, fer upp um 27.000 krónur um mánaðin. 
Stk. 3. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 27.000 um mánaðin, verður lønarískoytið skert við 50 oyrum. 
Stk. 4. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 21 fer upp um 37.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við einari krónu.
Stk. 5. Tá samlaða A-inntøkan frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2, nr. 2 í hesi kunngerð, fer upp um 32.000 krónur um mánaðin, dettur rætturin til lønarískoyti burtur.
Stk. 6. Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum. Lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum."

§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri útgjaldsskeið sambært § 14 a í løgtingslógini frá og við 20. apríl 2020.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 17. apríl 2020

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

Umsóknarbløð
Øll umsóknarbløðini skulu latast ALS umvegis teldupost á als@als.fo.