Innrita á Vangan
Undirsíða Flakakvinna

FV-skipanin

Vátta arbeiði á fiskavirki

Fyri at fáa stuðul úr fiskavirkisskipanini skalt tú vátta arbeiði á fiskavirki. Váttanin er ein fráboðan til ALS um støðu tína sum arbeiðsleys/ur á fiskavirkinum seinasta útgjaldsskeiðið. Váttanin er við til at tryggja, at rætta upphæddin verður útgoldin.

Tú váttar arbeiði á Vanganum. 

Vátta arbeiði á fiskavirki

Nær skal tú vátta arbeiði á Vanganum?
Øll, sum hava rætt til stuðul sambært fiskavirkisskipanini, fáa boð á Vanganum, tá klárt er at vátta. Er vika, har tú ikki hevur rætt til stuðul frá ALS, fær tú ikki boð um at vátta arbeiði.

Vátta rættstundis
Tað er umráðandi, at tú váttar arbeiði so skjótt tú fær møguleika. Drál kann hava við sær, at tín stuðul verður útsettur til næsta útgjald.

Tú hevur altíð 14 dagar til at vátta arbeiði. Um tín váttan ikki er avgreidd aftaná 14 dagar, verður mótroknað í tínum stuðli. Verður arbeiði t.d. váttað ein dag ov seint, missir tú stuðul fyri ein dag, sum ALS hevur ásett til 8 tímar. 

Tú váttar upplýsingar frá fiskavirki
Fiskavirki letur ALS upplýsingar um tína arbeiðstíð og løn. Tað er neyðugt fyri at áseta upphædd á møguligum stuðli. Hevur tú rætt til stuðul, fær tú boð um, at upplýsingar sum fiskavirki hevur latið ALS, eru klárar hjá tær at vátta á Vanganum. Tú váttar, at upplýsingarnar eru rættar. 

Eru upplýsingarnar skeivar, skal tú venda tær til ALS.

Hevur tú inntøku frá øðrum arbeiðsgevara, skal tað skrásetast, áðrenn tú endaliga váttar.

Um skipanina

Fiskavirkisskipanin er eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.

Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.

Fyri at fáa stuðul gjøgnum fiskavirkisskipanina skal virkið, har tú starvast, vera góðkent av ALS at hoyra undir fiskavirkisskipanina.

Treytir til virkið

Fyri at koma undir fiskavirkisskipanina skulu fiskavirki:

  • støðugt fáast við tilvirking av fiski ella fiskaúrdráttum.

  • tíðarskeiðini, har virkið hevur støðuga tilvirking, skulu í minsta lagi ætlast at vera 6 mánaðir næsta 12 mánaða skeiðið. Hvørt tíðarskeið skal ætlast at vara longur enn 2 mánaðir.
  • hava løggilding ella samsvarandi góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til tilvirking av fiski.

  • upplýsa ALS um ætlaða talið á starvsfólkum, ið verða knýtt at fiskavirkisskipanini. Upplýsta talið á starvsfólkum má samsvara við tilvirkingarorkuna í vanligu framleiðslutíðini hjá virkinum.

  • boða ALS frá øllum broytingum, sum ávirka møguleikarnar til støðuga tilvirking.

Fiskavirki skulu senda ALS skrivliga umsókn um at koma undir fiskavirkisskipanina saman við neyðugum skjalprógvum.

Treytir til starvsfólk

Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul gjøgnum fiskavirkisskipanina skalt tú vera send/ur heim vegna tíðarbundnan steðg og skalt lúka vanligu treytirnar um at vera tøk/tøkur á arbeiðsmarknaðinum til eitt og hvørt arbeiði

Tú ert ikki at meta sum arbeiðsleys/ur á fiskavirki, um tú:

  • ert í útbúgving í vanligu arbeiðstíðini

  • ert sjálvstøðugt vinnurekandi

  • hevur setanarligt tilknýti til aðrar arbeiðsgevarar meira enn 10 tímar um vikuna

  • hevur arbeitt meira enn 10 tímar um vikuna hjá øðrum arbeiðsgevarum 8 vikur á rað

  • 4 vikur á rað ikki hevur havt í minsta lagi 16 arbeiðstímar á fiskavirkinum

  • fært vanligan arbeiðsloysisstuðul
Tíðarbundin steðgur

Tíðarbundin steðgur er, tá ið steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella aðrar tílíkar umstøður.

Verður tú send/ur heim av øðrum orsøkum enn vantandi feskari rávøru ella tílíkum, sum í mesta lagi varir 2 vikur, lýkur tú somuleiðis treytirnar at fáa stuðul gjøgnum fiskavirkisskipanina.

Varir steðgurin longur enn 2 vikur, fært tú ikki longur stuðul eftir hesari skipanini.

Soleiðis søkir tú

Tá ið tú søkir um stuðul úr fiskavirkisskipanini, útfyllir tú eitt umsóknarblað, sum tú fært her á heimasíðuni ella við at venda tær til ALS.

Í umsóknini kunnar tú m.a. um, nær tú fekst fast starv á fiskavirkinum, um tú arbeiðir fulla tíð ella parttíð, og um arbeiðsroyndir og útbúgvingar. Haraftrat skalt tú í umsóknini hava eina váttan frá virkinum um, at tú starvast hjá teimum.

Stuðulin verður útgoldin frá tí degi, ALS hevur móttikið umsóknina frá tær – væl at merkja, um tú lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul.

Hetta fært tú

Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir lønarinntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú fyrstu ferð hevur rætt til útgjald eftir fiskavirkisskipanini. Hetta verður nevnt útrokningargrundarlagið.

Stuðulin er 80% av útrokningargrundarlagnum. Útrokningargrundarlagið verður roknað av nýggjum 1. januar á hvørjum ári. Nýggja útrokningargrundarlagið kann ongantíð verða lægri enn fyrsta útrokningargrundarlagið.

Kemur tú aftur í fiskavirkisskipanina eftir at hava verið útmeldað/ur úr skipanini, kann tað ávirka útgjaldið, tí útgjaldið altíð verður roknað út eftir inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú fyrstu ferð hevur rætt til útgjald eftir fiskavirkisskipanini.

Er minni enn eitt ár síðan, tú seinast fekst útgjald frá ALS – antin úr fiskavirkisskipanini ella vanligu skipanini – verður seinast nýtta útrokningargrundarlag brúkt, um tað er hægri enn tað nýggja.

Útgjald er hvørja viku. Stuðulin verður roknaður frá og við 9. arbeiðsloysistíma, og tað ber í mesta lagi til at fáa arbeiðsloysisstuðul fyri 32 tímar – svarandi til 4 dagar um vikuna.

Er A-inntøkan hjá tær frá fiskavirkinum og/ella øðrum arbeiðsgevara hægri enn ein vanlig arbeiðsmannavikuløn, verður tann parturin, sum er oman fyri vikulønina, umroknaður til tímar, ið skerja arbeiðsloysisstuðulin.

Arbeiðir tú parttíð, ella arbeiðir tú á fiskavirki, sum ikki er fevnt av fiskavirkisskipanini fulla tíð, fært tú stuðul samsvarandi hesum.

Deil
YouTube
Vegleiðing - soleiðis váttar tú arbeiði á fiskavirki
Vátta arbeiði á fiskavirki
Tú váttar arbeiði á Vanganum
ALS-kalendarin
Í ALS-kalendarinum sært tú m.a. nær útgjaldsdagar eru