Samrøða við Jákup á Borg, stjóra á Bilrøkt
Jákup á Borg, stjóri á Bilrøkt, hevur seinastu árini samstarvað nógv við arbeiðsávísingina hjá ALS. Tvey av teimum 17 starvsfólkunum, sum eru í føstum starvi hjá Bilrøkt í dag, eru komin í starv umvegis ALS.
"Vit hava verið øgiliga glað fyri samstarvið við arbeiðsávísingina, og eg haldi, at 2-3 av starvsfólkunum, sum hava fast starv hjá okkum, eru komin í starv umvegis ALS", sigur Jákup á Borg. Hann vísir eisini á góða samskiftið, hann hevur við Atla og Rasmus, virkisráðgevar á ALS, áðrenn fólkini byrjaðu í starvi: "Vit høvdu ein góðan dialog við Rasmus og Atla um, hvat vit høvdu brúk fyri, og teir raktu øgiliga væl og funnu fólk til okkum, sum hóskaðu væl til starvið - teir funnu røttu starvsfólkini til røttu strøvini".
Rasmus og Atli, virkisráðgevarnir hjá ALS, vitja javnan arbeiðsgevarar, og tað dámar Jákupi væl: "Also nú arbeiði eg sjálvur sum seljari, og eg veit, at man selur altíð betur, hvis man fær eygnakontakt við kundan, man fær prátað saman, og man fær sett eitt andlit á. Og tá tað so eisini eru tveir so fryntligir fýrara sum teir báðir, sum duga væl at práta og dáma væl at práta, so er tað absolutt at fyritrekkja. Tú fært eitt heilt annað samband við fyritøkuna við at fara út at vitja".
Jákup vísir eisini á, at tað er ómakaleyst at samskifta við arbeiðsávísingina: "Tað hevur verið øgiliga nemt og líkatil at samskifta við arbeiðsávísingina" sigur Jákup víðari, "ofta blívur tað umstendiligt og innviklað, men hetta systemið er ikki so tungt, tað ger, at man tímir at brúka skipanina".
Hevur tú brúk fyri fólki, ert tú altíð vælkomin at venda tær til arbeiðsávísingina, ring til ALS á tel. 349550 og spyr eftir arbeiðsávísingini ella ring beinleiðis til Atla Gregersen, virkisráðgeva, tel. 299554 ella Rasmus Nolsøe, virkisráðgeva, á tel. 29955.