Sjálvgreiðslan

Í trúnaði

ALS leggur dent á, at upplýsingar og skjøl um arbeiðstøk verða viðgjørd í trúnaði. Arbeiðstøk skulu kunna kenna seg trygg við, at upplýsingar um teirra førleikar og arbeiðsviðurskifti verða handfarnar rætt.

Sum arbeiðsgevari skalt tú tryggja, at upplýsingar og skjøl, tú fært útflýggjað um arbeiðstøk, verða viðgjørd í trúnaði og burturbeind, eftir at tey eru brúkt.

Tí verður tú, tá eitt arbeiðstilboð er av, biðin um at beina burtur upplýsingarnar, sum tú hevur fingið. Vit skulu somuleiðis vísa á, at einasta endamálið við at senda tær upplýsingar um arbeiðstøk er at vita, um onkur av teimum kunnu fáa starv hjá tykkum. Upplýsingarnar skulu sostatt ikki nýtast til annað endamál, og tað kann verða í stríð við ásetingarnar í dátuverndarlógini, um upplýsingarnar verða nýttar til annað endamál, t.d. latnar víðari. Møguligt brot á dátuverndarlógina kann revsast eftir ásetingunum í lógini.

Viðgerð av persóns-upplýsingum