Um Fjølsmiðjuna
Fjølsmiðjan er fastur partur av arbeiðsmarknaðarátøkunum hjá ALS, sum skulu geva arbeiðstøkum betri møguleikar at koma aftur í arbeiði.
Í Fjølsmiðjuni eru tríggjar breytir – timburbreytin, kreativa breytin og køks- og kostbreytin.
Endamálið við breytunum er, at arbeiðstøk fáa møguleika at menna sínar førleikar á ymiskum økjum og royna okkurt nýtt. Í Fjølsmiðjuni arbeiðir tú í einum sosialum, hugnaligum umhvørvi saman við øðrum breytaluttakarum.
Sum partur av Fjølsmiðjuni fært tú eisini tættari samband við starvsfólkini á ALS, sum kunnu ráðgeva á ymsan hátt, nú tú leitar eftir rætta starvinum.
Javnan hendir tað seg, at fólk, sum hava verið í Fjølsmiðjuni, koma í arbeiði ella fara í læru/útbúgving á onkrum av arbeiðsøkjunum, tey hava roynt í Fjølsmiðjuni.