Sjálvgreiðslan

Summarfjølsmiðjan

Fjølsmiðjan er fastur partur av arbeiðsmarknaðarátøkunum hjá ALS, sum skulu geva arbeiðstøkum betri møguleikar at koma aftur í arbeiði.

Tað er eisini endamálið við Summarfjølsmiðjuni, sum í tíðarskeiðnum 9. juni til 9. juli verður skipað við støði í tveimum spennandi verkætlanum og 8 viðkomandi og áhugaverdum skeiðum.

Endamálið við fjølsmiðjuvirkseminum er, at tú fær møguleika at menna tínar førleikar á ymiskum økjum og royna okkurt nýtt.

Í Fjølsmiðjuni arbeiðir tú í einum sosialum, hugnaligum umhvørvi saman við øðrum breytaluttakarum og í tøttum sambandi við starvsfólki á ALS, sum kunnu ráðgeva á ymsan hátt í leitanini eftir nýggjum starvi.

Tú meldar til Summarfjølsmiðjuna við at trýsta á leinkjuna til høgru, har kanst tú melda til eina av fjølsmiðjuverkætlanunum ella til einstøk skeið, sum hava tín áhuga.

Tú kanst lesa nærri um verkætlanirnar og einstøku skeiðini niðanfyri.

Verkætlan: Útilív í Gróðurstøðini hjá Skógrøkt Landsins

Í summar fer Fjølsmiðjan at verða staðsett í Gróðurstøðini Oman Hoydalar, har rørsla verður ein natúrligur partur av arbeiðnum. 

Tríggjar dagar um vikuna fara vit í felag at lyfta, toga, bera, skumpa, grava, skera, lúka og njóta ágóðarnar av frísku luftini, sosialu samveruni og kropsligu møðini, ið hetta gevur. Tá møðin skal rindast, og kaffiløtan ella ábitið skal njótast, hava vit hugnaliga Espressokaffistovu til høvið.

Vit gleða okkum til hugnaliga og natúrliga arbeiðsrørslu saman við tykkum í vakra og friðsæla náttúruumhvørvinum.

Snorri Patursson og Michael Dalbø, breytasamskiparar á køksbreytini, standa á odda fyri verkætlanini.

Tú meldar til her.

Verkætlan: Plantuprent og Macramé (knýting)

Vit fara á komandi skeiði at hugna okkum við plantuprenti.

Hettar er ein heilt serligur háttur at prenta plantur á stoff. Við at nýta turkaðar og pressaðar plantur, fáa vit tey flottastu og litríkastu prentini.

Kom og royn teg ❤️  

Sólvør Helgadóttir, breytasamskipari á kreativu breyt, stendur á odda fyri verkætlanini.

Tú meldar til her

Skeið

Goal Mapping - at seta tær mál 8. juni
Goal Mapping er ein víðfevnd og beinrakin leiðbeining til, hvussu tú á besta hátt setir tær mál og røkkur teimum. Les meiri her.

Grafisk fasilitering 15. juni
Kundi tú hugsað tær at lært at miðla tín boðskap lættari? Kom so á skeið í “Grafiskari Fasilitering”. Les meiri her.

Vanaskeið 17. juni
Á vanaskeiðnum arbeiða vit við handfaring av vanamynstri, sum kann forða okkum at koma aftur í arbeiði ella at velja nýggja arbeiðs-/ útbúgvingarleið. Les meiri her

Craft Psykologi 22. juni
Kom og hoyr ein fyrilestur um týdningin av at hava eitt ítriv, sum ein er passioneraður um, hví bindiklubbar eru so væl dámdir, hvat felagsskapurin ger fyri okkum, og síðan fert tú at læra eitt sindur um motivatión, trivnað, flowteori. Les meiri her

Kenn tínar styrkir 26. juni
Á skeiðnum lærir tú um styrkirnar hjá tær, og um hvussu tú fært gagnnýtt tær, bæði í arbeiðshøpi og sum heild í mun til trivnað. Les meiri her

At skriva umsókn & CV 29. juni
Fá íblástur til at skriva eina góða umsókn, sum er júst tín umsókn og serlig fyri júst teg. Les meiri her

Setanarsamrøðan 2. juli
Ein dagur við góðum ráðum og íblástri til, hvussu ein setanarsamrøða eydnast væl. Les meiri her.

Tekniskeið 6. juli
Kom og fá innlit í tekning og nakrar av teimum nógvu mátunum, ið verða nýttir til henda fantastiska miðil, har man av sonnum kann siga, at tað bert er hugflogið, sum setir mørkini. Les meiri her.

Tilmelding
Tú meldar til ymsu verkætlanirnar og skeiðini í Summarfjølsmiðjuni her.
Instagram
Vitja okkum á Instagram, har tú m.a. sært myndir frá "útilívinum" á Gróðurstøðini hjá Skógrøkt Landsins og verkætlanini Plantuprent og Macramé (knýting)