Soleiðis kemur tú í Fjølsmiðjuna
Fólk, sum hava verið arbeiðstøk einar 2–3 mánaðir, skulu rokna við at verða biðin um at møta í Fjølsmiðjuni.
Tú fært eitt bræv frá ALS, har tað stendur, nær og hvar tú skalt møta. Tú fært eisini fráboðan um longdina á tíðarskeiðnum, sum tú hevur fingið tillutað í Fjølsmiðjuni, og hvørjari breyt tú fert at arbeiða á.
Vanligt er at vera 4 vikur í senn í Fjølsmiðjuni.