Sjálvgreiðslan

Møtiskylda

Tú hevur skyldu at møta, um ALS kallar teg inn til Fjølsmiðjuna. Galdandi reglur áseta, at tað at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum inniber, at tú skalt vera arbeiðssøkjandi, og at tú hevur skyldu at møta hjá ALS til arbeiðsmarknaðarátøk og annars, tá ið boð verða givin um tað.

Møtir tú ikki upp í Fjølsmiðjuni, hóast tú ert innkallað/ur, fært tú karantenu í fýra vikur. Karantena merkir, at tú fært ikki arbeiðsloysisstuðul hetta tíðarskeiðið.

Ber ikki til at møta í Fjølsmiðjuni av serligum orsøkum, mást tú kunna ALS um hetta, so metast kann, um grundgevingarnar fyri ikki at møta eru haldgóðar.