Sjálvgreiðslan


Kreativa breytin
Á kreativu breytini arbeiða vit við nógvum ymiskum handverki. Eitt nú virka ull, prenta plantur á ymiskan hátt, brodera, seyma, binda bøkur inn, arbeiða við leðri/skinni og fiskaskræðu og at knýta (macramé).
Timburbreytin
Á timburbreytini arbeiða vit í stóran mun við endurnýtslutilfari, sum vit savna ymsastaðni. Tað kunnu vera møblar, timbur og annað, sum fólk blaka burtur. Vit kunna okkum um tilfarið, meta um hvat kann fáast burturúr, rigga til og arbeiða saman um at menna tað til lutir.
Køks- og kostbreytin
Á køks- og kostbreytini arbeiða vit breitt við kosti og matgerð. Vit taka støði í rávørum, siðvenju og matmentan, ið vit hava í Føroyum, og leggja dent á nýhugsan.
Um Fjølsmiðjuna
Fjølsmiðjan gevur arbeiðstøkum betri møguleika at koma aftur í arbeiði, les meiri um Fjølsmiðjuna her.
Arbeiðstíðir
Vanliga arbeiðstíðin í Fjølsmiðjuni er týs-, miku- og hósdagar frá kl. 09.00 - 15.00. Vanligt er at vera 4 vikur í senn í Fjølsmiðjuni.
Finn okkum
Møtiskylda
Tú hevur skyldu at møta, um ALS kallar teg inn til Fjølsmiðjuna.




Fjølsmiðjan á Instagram